Tá undirritaði keypti Topaz var tað sjálvsagt við góðum treysti og vón um at hetta fór at geva nakað fyri felagið og fyri Føroyar. Tað hevur tó ikki gingið sum ætla og skal eg greiða stutt frá hví so er:
Arbeiði sum er gjørt higartil umborð, er væl úr hondum greitt og skulu ukrainarnir hava tøkk og rós fyri tað. Skipi er av Moonzund klassanum og eru tað uml. 35 systurskip av hesum slagnum. Tey eru oftani at síggja her við Føroyar.Sera góð skip sum kunnu fiska kring allan knøttin. So konsepti er gott.
Ì februar í 2008 var so ætlan løgd um at finna nýggja fígging til Topaz. Vit hava annað skip sum var selt til eitt statsreiðarí og skuldi hesin peningur brúkast til at fáa nýggja fígging til Topaz ,so at Føroya Banki og Realurin kundu gjaldast út – innfríðast. Vit gjørdu kontrakt við statsreiðaríði, sum skuldi vera goldin tann 7 apríl 2008, tvs fyri skjótt 11 mánaðum síðani. Men har kom eingin peningur og tað er útsett ferð eftir ferð. Havi rykt og og bøna og biðið um at fáa hetta góða statsreiðarí at gjalda tað sum teir skylda okkum nevnliga 1,9 mió. us dollar ella uml. 10,4 mió. kr. Hesum peningi hava vit nú bíða eftir í 11 mánaðir og hevur tað sjálvsagt drena felagið fyri gjaldføri. Men tað ringasta sum hetta hevur ført við sær er, at tann fígging av Topaz sum vit fingu stilla, er dottin niðurfyri ,av tí at vit klára ikki at koma við tí neyðuga kontanta eginpeninginum. Nýggju lánigevaranir kravdu nevnliga meira pening í innskoti og var alt hetta í ordan hevði statsreiðaríði goldið okkara ágóða til tíðina. Umframt henda pening hava vit 2,1 mió kr í ágóða á øðrum stað. Tvs vit hava tilgóðar 12,5 mió kr. sum vit hava bíða eftir nú í 11 mánaðir- uttan úrslit.
Hetta er orsøkin til, at vit ikki klára at halda okkara skyldur yvirfyri manning og øðrum kreditorum.
Síðani havi eg arbeitt við at finna fígging til Topaz aðrastaðni og havi ferðast alt Europa runt fyri at fáa loyst hesa uppgávuna. Tað var næstan komi uppá pláss táið fíggjarkreppan bleiv katastrofal og heimsumfatandi í September 2008. Fíggingarstovnarnir smekkaðu kassan í og bóðu meg koma aftur eftir nýggjár, tí teir vildu líka at síggja tíðina an. Havi so latið teimum nýggjastu tølini og vænti at hoyra frá teimum skjótt.Men hetta er ikki nakað sum gevur okkum breyð í munnin her og nú – og tað er trupuleikin.
Vit sita tí í eini gjaldførisklemmu inntil víðari. Havi roynt alt tað sum er møguligt at loysa henda knút og vóni framvegis at hetta loysnar, men ikki er komið á mál enn.
Eri meira enn nakar annar so sera keddur av at henda støða skuldi koma í. Men kann ikki annað enn royna framhaldandi at fáa hetta loyst.
Einaferð í 1990-unum táið kreppa var í Føroyum stóðu vit og pakkaðu fisk inni á Beta í Runavík. Spurdi tá ein av arbeiðsmonnunum " Gud viti nær í Føroyar sleppa burturúr hesari kreppuni "
hann svaraði við fæstari sannføring " Tú føroyingar hava altíð verið eitt biðandi fólk. Henda bøn okkara man fara at vera hoyrd." Nakað seinni komu bæði toskur og hýsa aftur inn á føroysku grunnarnar og framgongdin merktist um allar Føroyar beinavegin.
At so nøkur fjølmiðlafólk royna at profilera seg uppá okkara óhapp, havi eg ikki hug at gera nakrar viðmerkingar til yvirhøvur.
At enda stóra tøkk til LÌV, Føroya Banka og Realin fyri gott samstarv og hjálpsemi. Hesi 3 feløgini hava víst stórt hjálpsemi og ábyrgd í hesum málinum um Topaz sum vónandi fæst uppá pláss.
Vinarligast
Bjarti Mohr
Spf 4 September 1975




