Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Torradagar í svimjihøllini

Oliver Joensen

Svimjihøllin skipar fyri ymikum tiltøkum fyri alla familiuna. Tað sum verður á skránni er:

Fríggjadag:

Byrja verður fríggjadag við kajakkvenjing. Venjingin byrjar kl.19.00 – 20.30. Vit byrja at gera klárt kl. 18.00

Vit síggja fleiri og fleiri, kring alt landi royna seg í kajakk. Serliga er tað um summari, at róð verður. Vit hava tí valt at geva møguleika, fyri at læra seg at koppa, og koma uppaftur uttan at fara úr kajakkini. Hetta er roynt áður, og tiltakið var sera væl móttiki.

Leygardag:

Leygardagurin er fyri familiuna í svimjihøllini. Vit seta vatnhitan upp í baðilandinum, og í barnahylinum.

Møguleiki verður at fáa sær kaffi og køkur í svimjihøllini.

Um tú ynskir at koma í svimjihøllina fyri at avstressa, ella fyri at fáa tað betur kroppsliga, so kanst tú antin fara í heilsukliva, sauna, ella í tað heita vatni, sum verða hita upp henda leygardagin.

Eisini kanst tú fáa tær kroppsmasagu, hetta gert tú við at avtala tíð í bilettsølu, ella við at ringja, tá vit hava opið. Tað er Dasha Joensen, útbúgvin physoterapeautur sum tekur sær av tí.

Spøl, livandi tónleikur o.a verður eisini á skránni. Alt hetta hendir ímillum kl. 11.00 – kl. 15.00

vælkomin í Klaksvíkar svimjihøll