Soleiðis rungaði tað, tá ið Niclas Heri sang saman við bólki sínum, Dynamit á Vágsbøi. Nú kann tað uppfrískast á Youtube
Youtube.com gerst alsamt meira miðið, har fólk síggja video í dag. Nú er góðskan eisini blivin betri á youtube. At byrja við var tónleikurin á youtube mono, men nú er hann í stereo.
Eisini kann man velja "Watch in high quality" niðast í høgra hørni, tá gerst góðskan á ljóði og mynd uppaftur betri.
So tey, sum vilja uppfríska løtuna við Dynamit ella ikki upplivdu hana, kunnu nú síggja og hoyra brot frá konsertini hjá vældámda kult klaksvíksbólkinum.
Sí her:
http://www.youtube.com/watch?v=2wZzSAvyJMw&feature=channel




