Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sexologurin á odda

John William Joensen

Sambært vælumtókta blaðnum “Kvinna” eru dagsins kvinnubrot – tær sum berjast fyri gjøgnumskygni í sovikamarinum og sum í almenna kringvarpinum leggja fólki lag á hvussu man gerð hitt-tú-veist!

Á stóra tiltakinum í Norðurlandahúsinum 7. mars fer Kvinna vegna uppskotsnevnd og lesararnar hjá Kvinnu at kjósa “8. mars kvinnuna 2009”. Við hesum afturvendandi tiltakinum vilja vit varpa ljós á kvinnur og tað megnararbeiðið, sum tær – mangan í tí stilla – leggja eftir seg í samfelagnum, og geva teimum eina viðurkenning.

Hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá blaðnum – og sambært heimasíðuni er tað sexologur – sum við sínum megnar arbeiði ( mangan í tí stilla???) ið hevur uppiborið heiðurin fram um hinar kvinnurnar sum eru við í kappingini.

Sambart kvinnu.fo er Elin H í Stórustovu,  ein ung kvinna, sum ikki fýrir fyri at taka sera eym mál upp í almenna rúminum. Elin er við til at broyta hugburðin hjá føroyingum um, hvat er tabu og ikki. Hon fær ung til at tosa opið um kropp og seksualitet, og ger at ungar kvinnur gerast meiri seksuelt tilvitaðar og frígjørdar……….

Higartil hevur sexologurin fingið 58% av atkvøðunum frá teimum sum vitjað heimasíðuna hjá Kvinnu og tað hóast hinar fimm kvinnurnar á hvør sínum økið eru megnar kvinnur..

Sonja Jógvansdóttir
samskipari í Samtaki og hevur, síðani hon varð sett í starv har, staðið fram alment vegna tey feløg og persónar, sum hon í sínum starvi umboðar……

Guðrun Rógvadóttir
Guðrun er onnur helvtin í duo’ini Guðrun og Guðrun. Guðrun hevur fingið nógvar heiðurslønir fyrr, men vit halda, at hennara arbeiði við at menna kvinnur í Jordan í bindikynstrinum er alla æru vert…….

Eyðgunn Samuelsen
Eyðgunn er samfelagsfrøðingur og løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin. Hon brennur fyri javnstøðu í Føroyum.
Eyðgunn var forkvinna í Demokratia í tíðarskeiðnum 2006-2007…….

Turið Holm
Turið er ein kvinnusakskvinna og hevur altíð stríðst fyri kvinnum. Hon gjørdist yvirlækni á fyrstu gynekologisku deildini á Landssjúkrahúsinum, sum hon saman við Marner Simonsen var við til at seta á stovn. Hon tosar sak kvinnurnar í miðlum og allastaðni, har hon er………

Eyðgunn Samuelsen er einasta kvinna sum ikki er úr miðøkinum og tað sást sjálvandi aftur í atkvøðugreiðuni á heimasíðuni hjá kvinnu.fo

Atkvøð á www.kvinna.fo