At kenna støðuna í arktiska økinum hevur stóran týdning, tí tað er har, at fyrstu sjúkuteknini í náttúrini vísa seg, segði Kári P. Højgaard í Evropatinginum í farnu viku
Í røðu sínari í Evropatinginum í farnu viku, legði Kári P. Højgaard dent á, at heinsins lond í størri mun skulu hyggja at arktiska økinum, tí tað er har, fyrstu sjúkutekini í náttúruni vísa seg . Hann gjørdi eisini vart við, at Føroyar taka avbjóðingarnar í sambandi við veðurlagsbroytingarnar í álvara og hava lagt stóran dent á at granska ávirkananina av tí partinum av verðini, sum Føroyar kenna so væl, nevnliga havinum.
Hann nýtti høvið at greiða Evropatinginum frá, at Fiskirannsóknarstovan, undir leiðslu av Boga Hansen, vinnara av norðurlendsku náttúru- og umhvørvisheiðurslønini, granskar í havinum kring Føroyar. Hann undirstrikaði, at endamálið við hesari gransking er partvíst at økja um okkara vitan um ávirkanina á lívið í havinum og at fáa greiðu á leiklutin hjá havinum í veðurlagsskipanini.
Á fundinum í Evropatinginum luttóku parlamentarikara og ráðharrar úr bæði Kanada, Ruslandi, Noregi, Týsklandi umframt øll tey norðurlendsku og baltisku londini.
Sum formaður fyri Útnorðurráðnum luttók Kári P. Højgaard eisini í eini røð av fundum í Brússel.
Røðan hjá Kára P. Højgaard kann hoyrast á tíma 1.50 á hesari slóðini:mms://wm.streampower.be/ep/archive/ep-channel02_20090226.wmv




