Í morgun vóru gólv, vindeygu og skáp á Skúlanum á Ziskatrø fylt við næmingum sum sótu í andakt og lósu?????
Tað má sigast at vera ein óvanlig sjón – sum myndamaðurin hjá Norðlýsinum upplivdi á Ziskatrø í morgun.
Gongirnar á gamla skúlanum vóru vanliga fyltar við larmi frá næmingum – sum spældu og rokaðust.
Men í morgun sótu næmingar úr fyrsta til sætta flokki við hvør síni bók – í andakt – og lósu um kapp.
Áhugavert lesiátak
Signar á Brúnni, skúlastjóri, greiður frá at hugskotið um eitt lesiátak kom frá lærarunum, og tiltakið hevur eydnast sera væl.
– Vit hava skipað tað soleiðis at tímarnir undan morgunsanginum burturav eru samanlagdir til eitt lesiátak fyri næmingar í fyrsta- til sætta flokk.
– Næmingarnir kunnu sjálvir velja hvørja bók teir ynskja at lesa og hvar teir sita. Tiltakið gongur tvørtur um flokksmørk. Summi sita saman í bólkum – onnur tveyeinig – og uppaftur onnur sita fyri seg sjálvan.
– Lærarar hava hongt trø uppá veggin og so hvørt næmingur er liðugur við eina bók verður hetta skrivað uppá eitt blað, sum síðani verður hongt á træið.
– Endamálið er at royna okkurt nýtt og tað er ein fragd at eygleiða hvussu hugtiknir næmingarnir eru av at lesa, sigur Signar á Brúnni.
Tiltakið er samskipað við Klaksvíkar Bókasavn har lærarar hava valt bøkur alt eftir ymiskum lesiførleikum. Men tað eru næmingarnir sjálvir sum velja hvørja bók tey ynskja at lesa.




