Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stór undirtøka fyri ráðstevnu um rørslu

Oliver Joensen

250 fólk hava longu meldað seg til ráðstevnuna sum verður ímorgin, 11. mars.

Longu nú, ein dag fyri ráðstevnuna, er talið av teimum, sum hava meldað seg til, komið upp á hálvtriðjahundrað fólk longu hava meldað seg til ráðstevnuna um rørslu, sum verður í Norðurlandahúsinum í morgin, 11. mars. Báðir teir útlendsku fyrilesarnir eru komnir til landið, so alt er klárt til ein kveikjandi seinnapart í Norðurlandahúsinum.

Salurin verður á tremur, tá ráðstevnan um rørslu verður sett klokkan 13 í morgin. Millum røðararnar eru tveir norðurlendskir úrmælingar á økinum, sviin Bengt Sevelius, heiðursforseti í ENGSO (europeiska samtakið av nationalu ítróttarsambondunum) og finnin Illka Vuori, professari og royndur verkætlanarleiðari í likamsvirkni bæði fyri finska statin og fyri heimsheilsustovnin WHO.

Bengt Sevelius var í 12 ár forseti fyri tí “evropeiska ÍSF”. Haraftrat hevur hann drúgvar royndir sum undirvísari í likamsvirkni frá fróðskaparsetrinum í Stockholm. Bengt Sevelius hevur eisini arbeitt sera nógv sum sjálvboðin í ymsum ítróttarfeløgum í Svøríki, og var hann eitt skifti landsliðsvenjari hjá svenskum undómslandsliðum í hondbólti. Sviin fer at tosa um íkastið frá ítróttafeløgum til fólkaheilsuna gjøgnum likamsvirkni.

Finnin, Illka Vuori er professari og hevur í mong ár verið leiðari og undangongumaður fyri ymsum verkætlanum innan økt likamsvirkni millum fólk. Eitt nú stóð hann á odda fyri ES-verkætlan nevnd “Evropa í Rørslu” umframt at hann er knýttur til ymisk átøk hjá WHO. Illka Vuori fer at tosa um finsku royndirnar við at fáa politikararnar at taka undir við likamsvirknisætlanum.

Umframt navnframu útlendsku gestirnar, fara vit eisini at hoyra okkara egna Magna Mohr, sum er doktari í likamsvirkni.

Harafturat fara eisini umboð fyri ymsar geirar í føroyska samfelagnum at vísa á, hvussu skipast kann fyri øktum likamsvirkni í rørsluárinum – og frameftir. Sølvi Reinert Hansen, ÍSF-forseti fer at tosa um, hvat ítróttarfeløgini kunnu gera; Dávur Winther, mentanarleiðari í Klaksvíkar kommunu, fer at tosa um býarskipan og rørslu; Armgarð Steinhólm, frá Landsverki, fer at tosa um gongu- og súkklugøtur; Hákun Djurhuus, SEV stjóri, fer at tosa um rørslu á arbeiðsplássum; Óla Jákup Joensen, skúlaleiðari, fer at tosa um rørslu hjá børnum og ungum í skúlum; Tóra Johannesen, dagstovnaleiðari, fer at tosa um ítróttarbarnagarð á Svangaskarði; Benatica Ellingsgaard, fysioterapeutur og Martha Reyðberg, ergoterapeutur, fara at tosa um eldri og rørslu.
Til tess at strika undir týdningin, at rørsluárið er eitt felagsátak fyri nógvar partar, fara Kaj Leo Johannesen løgmaður og tey fimm landsstýrisfólkini. Hans Pauli Strøm, Annika Olsen, Jóhan Dahl, Rósa Samuelsen og Helena Dam á Neystabø at luttaka í setanini av ráðstevnuni.