Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kom væl frá óhappinum

John William Joensen

Umleið kl. 19. mikukvøldið tann 18. februar 1981 fór steinur tvørtur ígjøgnum ein bil á viðareiðisvegnum – eingin mansskaði.

Úr savninum:
Norðlýsið nr. 7 fríggjadagin tann 20. februar 1981:

Umleið kl. 19 mikukvøldið, kom ein ung kona koyrandi frá Viðareiði og heim móti Hvannasundi.

Komin nakða suður um Leitið, tá rættuligt omanlop kom oman á vegin og oman yvir bilin hon koyrdi í.

Kvinnan segði politinum frá, at hon hoyrdi dunið av omanlopinum áðrenn tað var komið heilt oman.

Ein stórur steinur, hesin varð seinni vigaður og vá 47 kg., kom inn gjøgnum vinstru síðu har vkinnan sat við róðrið og fór ímillum hana og róðrið og stóð fastur í vindeyganum hinumegin.

Kvinnan fekk bert lítið prus í vinstru øksl, annars kom hon heilt óskalað frá omanlopinum, men bilurin fór heilt illa.

Vit vóru har norðuri aftan á omanlopið , men ilt var at síggja í myrkrinum hvussu nógv var lopið, men sagt var, at tá grótið kom oman á vegin, tá var lopið einar 100 metrar breitt.

Sagt var eisini at SEV linjan til Viðareiðis fór og tí lá Viðareiði í streymloysi til út á náttina hósdagin.

(Hetta skrivar Norðlýsið fríggjadagin tann 20. februar 1981)