Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í ár skal tjaldrið minna okkum á at tíðirnar fara at venda

John William Joensen

segði Jógvan Skorheim, varaborgarstjóri, í røðu síni í skúlagarðinum á Ziskatrø á Grækarismessu

Grækarismessurøða 2009-03-14

Góðandag øll somul, og vælkomin á Grækarismessðuhald í Klaksvík í dag.

Eg vil fyrst nýta høvi at takka fyriskiparunum fyri heiðurin at halda Grækarismessurøðuna í ár. Hetta er ein øðrvísi uppgáva, ið mær er fallin í lut. Eg havi mangan verið við til grækarismessuhald áður, men tá havi eg verið partur av skótunum og ikki sum umboð fyri Klaksvíkar kommunu.

Eg minnist væl hvussu spentur eg, saman við øllum hinum skótunum, var til hendan hátíðardag. Tað var av alstórum týdningi, at merkini á búnanum vóru fullfíggjaðið, vøkur og nýpussaðið. Fyri mítt viðkomandi var eg serliga stoltur av at bera føroysku húgvuna, ið eg hevði fingið frá abba mínum av Trøllanesi. Eg minnist eisini at eg var sera hugtikin av teimum monnunum ið bóru tey stóru fløggini og Jógvan Brim ella Otto Samuelsen, ið spældu uppá tað stóru trummuna hjá Klaksvíkar Hornorkestur. Eg ivist ikki í at tað ikki bara var eg ið sá upp til hesar menn, og var tað ivaleyst tí at tað var okkurt ”maskulint” ella sum Gunnar Nolsø sigur tað: ”macho” yvir teimum.

Tað var ein ávísur stoltleikið at kunna vera partur av og seta dám á tiltøk sum Grækarismessu, og tað er tað eisni fyri meg í dag.

Sum øllum kunnugt halda vit Grækarismessu, tí tá kemur tjóðfulgur okkara, Tjaldri, til landið. Tað ber okkum boð um at nú koma ljósari tíðir, og hvør er ikki hann ið gleðist um júst hetta. Allir heimurin er júst farin ígjøgnum stórar trubuleikar, har myrk skíggj hava hingi yvir fíggjarheiminum. Fleiri fyritøkur hava klára seg verri enn vanligt. Fólk eru søgd úr starvi, og inntøkurnar fella.

Latum okkum taka hendan dagin til okkara og minnast hvussu ljósið kemur við Tjaldrinum. Í ár skal tjaldrið minna okkum á at tíðirnar fara at venda og skíggini fara at hvørva, og lat okkum biðja eftir at soleiðis verður eisini í Føroyum.
Eitt ið serliga eyðkennur tjaldrið, er snjalla ljóðið ið kemur úr nevi teirra. Hetta ljóðið skal gera annan fugl, fólk og fæð bangi, samstundis sum tað er ein tryggleiki fyri ungarnar, ið Tjaldri bølir yvir. Fyrr í tíðini var tjaldrið ein stór hjálp hjá bóndanum, av tí at Ravnurin tók til rímingar so skjótt sum tjaldrið søkti at honum. Hetta kom væl við hjá bóndanum, tí ofta vóru trubuleikari av at Ravnurin legði eftir lombunum. Mær er fortalt, at á Húsum hevur tjaldrið ikki verið hótt av monnum, langt áðrenn tað gjørdist tjóðarfuglur føroyinga. Oðrsøkin var tann sama, tí teir høvdu sæð hvussu stóra týdningin tjaldrið hevði fyri seyð teirra. Eins og tjaldrið verjir ungar sínar, eiga vit at verja okkara føðiland og okkara stórsligna bý. Vit eiga at rópa varskó tá ið vandar herja á okkara oyggjar, og vit eiga at tosa tryggleika inn í hjørtuni á okkara nærmastu.
Á Krossmesu 3.mai hevur tjaldrið fult reiður, og skjótt eftir hetta fara ungarnir úr reiðrinum, tó at teir ikki eru klárir at fara á flog. Hetta far meg at hugsa um okkara sereyðkenni sum Klaksvíkingar. Vit hava uppalt fleiri kend nøvn, bæðið innan tónleikalist, málningalist, fótbólt, og annan ítrótt. Eisini innan íverksetan av nýggjum fyritøkum, hava vit eitt stórt tilfeingi av fólki ið hava havt áðraðið og vilja til at gera hugskot til veruleika. Vit kunnu nevna nøkur av teimum heilt stóru nøvnunum so sum Todi Jónson, Jákup Mikkelsen, Frændur, Jógvan Hansen, Edvard Fuglø, Jógvan Fríðrik Kjølbro, Hanus Hansen, Jóhan Páll Joensen og nógv onnur. Felags fyri øll hesi er at tey hava torað, havt viljan og trúnna á at tað skal bera til. Hetta verður tað sum skal fáa okkara tjóð aftur á føtur. Klaksvíkin hevur brúk fyri hvørjum einstakum borgara, til at gera sítt besta, og halda fokus á tað ið vit hava at gleðast um í hesum vakra býði
Vanliga leggur tjaldrið síni egg á sama stað ár eftir ár. Mong kenna óiva til tjaldrið ið legði egg síni uttan fyri Clintonsvituna á Hotel Føroyum í fjørð, meðan stórur partur av heiminum, við spenningi, fylgdi við. Spennandi verður at síggja um hetta tjaldrið vendir aftur í ár.
Tjaldrið skilur seg eisini út frá øðrum fuglum, við at halda uppá sín maka alt lívið. Tó at tey skulu ferðast langa leið, so finna tey saman tá tey koma heim aftur á klettarnar. Hetta má óiva skapa ein tryggleika fyri tey bæðið.
Okkara uppgáva í dag er at standa saman. Eins og tjøldrini halda saman alt lívið, eiga vit sum býur og sum tjóð, at standa saman. Vit eiga at skapa bestu gróðrarlíkindi fyri okkara eftirkomarar, og tryggar umstøður fyri okkara nútíð. Hetta eiga vit at hugsa um, hóast tíðirnar skifta og tung tøk skulu takast ella at ferðin tykist drúgv.
Til síðst kann eg siga, at eg ikki einans havi havt góð upplivilsir av tjaldrinum. Eg haldi at eg var umleið 10 ára gamal, tá eg saman við eldra beiggja mínum skuldi til Trøllanesar á fjall. Eg var vanliga rímuliga spentur uppá hetta, og tað var eg eisini hendan dagin.
Tá ið vit vóru komnir eitt sindur niðan í hagan, rendu vit okkum beint í eitt tjaldurs reiður. Eg minnist væl hvussu bangin eg var og hvussu tjøldrini flugu tætt at høvdinum á mær. Hesin fjaldagurin bleiv ikki drúgvur, men undirstrikar hetta einans hvussu væl tjøldrini verja seg og síni.
Tær góðu upplivingarnar, ið eg havi havt av tjaldrinum og fuglum sum heild, eru eisini á Trøllanesi. Tað skal sigast at hesar upplivingarnar hava verið nógvar. Tað er soleiðis at mær hevur altíð dáma væl at fleyga Havhest og Lunda. Tó at hetta ikki er líka ofta longur, so er tað minst líka spennandi. Eg minnist at tað var ein sannur tónleikur at hoyra tjøldrini og mýrusnýpuna syngja tá ið ein sat úti á Rættanevi og nýtti friðin. Náttúran hevur nógv at geva okkum, og tað er okkara uppgáva at vara um hana og síggja til at uppliva hana. Mangan hevði tað verið gott um vit støggaðu á eina løtu og nýttu friðin ið náttúran gevur okkum.

Skal eg taka samanum, so er tað fýra ting ið vit skulu minnast til. Tað er at:
1. Vit skulu minnast hvussu ljósið kemur við Tjaldrinum, og at hesi fíggjarligu myrku skíggini fari ikki at vara við.
2. Vit eiga at verja okkara føðiland og okkara stórsligna bý,
3. Vit skulu hava viljan og trúnna á at tað skal bera til.
4. Vit sum býur og sum tjóð, eiga at standa saman.
Áðrenn eg takki fyri meg, vil eg sitera sangin hjá Jákup Dahl:

"Tjaldur ver vælkomið til okkum heim,
Frá ókendum fjarskotnum londum!
Tú bert okkum boð um ein ljósari dag,
At nú er brátt summar í hondum."
Eg fari enn einaferð at takka fyri høvið, ið mær var givið, og ynskja øllum eina framhaldandi góða Grækarismessu.

Takk fyri

Jógvan Skorheim
Varaborgarstjóri
Klaksvíkar Kommuna