Norðlýsið hevur við hesum blaðnum broytt útgávudagin frá fríggjadegi til týsdag. Orsøkirnar til hesa broyting eru tvinnar.
Í fyrsta lagi hava vit leingið hugsa um at broytt útgávudagin, tí prentaða blaðið verður nærum bert fíggjað av lýsingum, og fleiri av lýsarum okkara hava havt ynski um broyting av útgávudegnum. Ein av grundgevingunum til hetta ynski hjá lýsarunum er, at fólk ikki longur fara til døgurða á miðdegi fríggjadag, og tí ikki síggja blaðið fyrr enn eftir arbeiðistíð. Hetta hava summir lýsarar hildið verið eitt sindur óheppi, tí tá er hjá flestu handlum bert leygarmorgunin eftir av vikuni.
Ein annar partur er so eisini, at vit hava fingið eitt sera gott samstarv við Prentmiðstøðina um útbering týsdag, og hetta samarbeiðið ger okkum meira kappingarførar enn higartil.
Tað er nakað síðani, at vit valdu at senda blaðið ókeypis í hvørt hús í Eysturoy og Norðoyggjum, ímeðan fólk aðrastaðni í landinum hava møguleikan at halda blaðið.’
Samstundis sum vit gjørdu av at gera prentaðu útgávuna til eitt lýsingablað burturav, hava vit lagt størri dent á at bera tíðindi á www.nordlysid.fo.
Hetta halda vit hevur gingið væl á tann hátt, at vit hava verið før fyri at ligið frammalaga í føroyskum tíðindaflutningi, samstundis sum vit hava ein traditionellan miðil eisini.
Heimasíðan hjá Norðlýsinum hevur verið sera væl vitjað og ikki minst hevur kjakið givið rúmd fyri nógvum, kanska ikki altíð so positivum og rættvísum kritikki, men hevur tó verið ein mynd av tí, sum lesarar okkara hugsa. Hóast vit halda at vit hava strekt okkum langt, tá talan hevur verið um at góðkenna kjakinnlegg, so hevur minni enn so alt verið borðbart eftir okkara tykki og hevur tí ikki verið tikið við.
Vit hava valt at loyva annonymum innleggum í kjakið. Hetta tí, at vit halda, at meiningar hava størri týdning enn nøvn og ættarbond, serstakliga í so lítlum samfelag sum okkara. Men hinvegin skal tað ikki vera nøkur loyna, at vit vildu ynskt at fleiri brúktu teirra kristna navn í kjakinum, tí tað er heilt víst størri vekt aftanfyri orðini, tá tú torir seta navn undir.
Útgávudagur okkara er nú broyttur til týsdag, og í nærmastu framtíð fara vit at arbeiða við broytingum av heimasíðuni, og tá verður helst okkurt forvitnisligt at frætta.




