Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Morten Hust Petersen loysir Henrik Gerster av

Oliver Joensen

Kvinnurnar hjá Stjørnuni blivu í gjárkvøldi kunnaðar um, at venjari næstu tvey árini verður Morten H. Petersen

Leiðslan í Stjørnini gjørdi skjótt av við at finna nýggjan venjara, eftir at Henrik Gerster fyri 14 døgum síðani boðaði frá, at hann eftir trý ár sum venjari í felagnum ikki heldur fram. 

Eftir venjingina í gjárkvøldi blivu leikarnir kunnaðir um, at avtalað er gjørd við danan Morten Hust Petersen, sum seinastu tvey árini hevur vant besta mannsliðið hjá VÍF, um, at hann næstu tvey árini skal venja besta kvinnuliðið hjá felagnum og gentur 17.

Men fyrst skal arbeiðið saman við Gerster gerast liðugt. Gerster hevur staðið fyri venjingini í trý ár, og ikki kann sigast annað enn, at úrslitini hann saman við kvinnunum hevur fingið eru ótrúðliga góð. Bæði í 2007 og 2008 vunnu tær greipuna. Í ár hava tær vunnið steypakappingina, og hava leikt seg í fm-finaluna, og málið er sjálvandi at endurvinna meistaraheitið.