Tvær kvinnur eru valdar í nevndina hjá fjepparafelagnum. Fitt av fólki var møtt upp til aðalfundin.
Tað stóð klárt at tríggir limir ikki ynsktu at halda fram í nevndini. Teir vóru Hans Jacob Heinesen, Otto Jacobsen og Sylvan Jakobsen.
Formaðurin Eyðun Thorgeirsson og kassameistarin Jóan Pauli Jacobsen tóku við afturvali.
Nýggj í nevndina eru: Bertha Klein Olsen, Heri Signar Nolsøe og Poula í Frammistovu.
Nevndin hevur skipað seg og sær soleiðis út:
Formaður: Eyðun Thorgeirsson
Næstforkvinna: Bertha Klein Olsen
Kassameistari: Jóan Pauli Jacobsen
Skrivari: Heri Signar Nolsøe
Nevndarlimur: Poula í Frammistovu




