“Hvar vart tú, táíð Eg legði grundvøll jarðarinnar. Sig tað, um tú ert so klókur.” (Job 38,4).
Mong eru tey, sum royna at gera seg klók uppá skaparverkið, og gera sínar egnu tankar um uppruna lívsins. Nógv sokallaði ástøðir eru framsett, og at siga at eitt ástøði, so leingi tað ikki er mótprógvað, situr trygt í hásætinum sum sannleiki, er einki uttan møsn. Hans Andrias Sólvará hevur í Dimmalætting 3.mars langa hugleiðing um menningarlæruna, og um ástøðir sum fara at yvirliva og onnur sum doyggja, tí tey eru mótprógvaði. Stundum haldi eg, at H.A.S. veit ikki hvat hann sigur. Hann skrivar soleiðis: ”Uppáhald um, at Gud hevur designað lívfrøðiligar skipanir kunnu hvørki prógvast ella mótprógvast.” (sitat enda)…..Og aðrastaðni skrivar hann: “Hevði vísindin ikki funnið mótprógv móti skapanarlæruni, so høvdu tey flestu upplýstu kristnu framvegis verið kreationistar.” (sitat enda) Vónandi sært tú, sum lesur hetta, grovu mótsøgnina. Fyrst verður sagt, at skapanin kann ikki mótprógvast (sum eg má geva H.A.S. púra rætt í), og síðani verður sagt, at vísindin hevur mótprógv móti skapanarlæruni. Er hetta serliga skilvíst ?
Íðan, táíð H.A.S. aðrastaðni í greinini so avgjørdur sigur, at tey ástøði, sum ikki verða mótprógvað, fara at yvirliva (og her sipar hann til menningarlæruna, sum eftir hansara tykki ikki er mótprógvað), so man skapanarlæran fara at yvirliva, tí sum hann sjálvur sigur “uppáhald um, at Gud hevur designað lívfrøðiligar skipanir kann ikki mótprógvast.”
Vitnisburðir av vísindamonnum
Men hvussu trygg stendur menningarlæra Darwins sum eitt ómótprógvað ástøði ? Teir sum verja hesa læru eru rættiliga komnir í verjustøðu, og vísindafólk í túsundtali innan allar vísindagreinir eru glaðir, at teir eru komnir út um girðingarnar í hesum villunar garði. Stundum verður sagt, at tú sært bara tað, sum tú vilt síggja. Men verri er við vilja at vera blindur. Eg haldi Pætur ápostul sigur tað so gott: “Við vilja eru teir blindir fyri hesum, at frá fyrndartíð vóru himlar til, og jørð… við orði Guds”(2. Pæt. 3,5). Táíð man við vilja vil vera blindur og setur viljan inn uppá at vera verandi í blindleikanum, ja so er ikki nógv at gera. Nógvir sum hava verið blint forelskaðir í Darwin hava fingið eyguni upplatin og hava vent ørvitistosinum bakið. H.A.S. tykist vera glaður, at teir “gløggastu” kreatiónistarnir nú eru komnir í stríð við 1.Mósebók, og at “hetta er ein gongd, sum útilukkandi er hend undir trýsti frá vísindaligum prógvum.” Í 2001 varð The Scientific Dissent From Darwinism, sum er ein almenn yvirlýsing av vísindamonnum, sett í umferð av Discovery Institute. Fyri at seta títt navn undir hesa yvirlýsing skalt tú í minsta lagi antin hava Ph.D í vísindaligu økjunum sum: lívfrøði, evnafrøði, støddfrøði, verkfrøði, telduvísindi, ella eina av hinum náttúru vísindagreinunum; ella skalt tú hava M.D. og virka sum professari í medisin. Munnu teir vera nóg gløggir at vita, hvat teir gera ? Síðani 2001 hava fleiri enn 700 vísindafólk skrivað undir hesa yvirlýsing. Her eru nøkur sitat av teimum :
Dr. David Berlinski: “Menningar ástøði Darwins er hin stóri hvíti elefanturin í samtíðar hugsaninni. Hann er stórur, næstan heilt óbrúkiligur, og er evni fyri pátrúnni.”
Dr. Vladimir L. Voeikov, Professari í Bioorganic, Moscow State University; limur í the Russian Academy of Natural Sciences: “Hugsjónin og lívsáskoðanin í neo-darwinismuni, sum av serfrøðingunum verður seld sum vísindaligi grundvøllurin í lívfrøðini, darvar álvarsliga vísindaligu menningini og krógvar fyri næmingunum veruligu vandamálini á økinum.”
Dr. Raul Leguizamon, Pathologist og professari í medisin við Autonomous University í Guadaljara, Mexico: “Eg skrivaði undir Scientific Dissent from Darwinism yvirlýsingina, tí eg eri heilt og fult sannførdur um mikla trotið av sonnum vísindaligum prógvum í Darwinistisku trúarsetningunum. Eingin í lívfrøðiligu vísindini, medisin íroknað, hevur tørv á Darwin á nakran hátt.”
Dr. Stanley Salthe, fráfarin professari, Brooklyn College á City University í New York: “Menningarlæru ástøði Darwins var mítt øki í lívfrøðiligari servitan. Millum annað skrivaði eg fyri 30 árum síðani eina lærubók um evni. Men við tíðini eri eg farin burtur frá ástøði Darwins, og havi lýst hetta sum ein íspunnin moderna myta. Tískil eri eg vissuliga samdur í, at næmingarnir í lívfrøði skulu hava møguleikan at gera seg kunnigar við avmarkingarnar og brekini í hesum ástøði.”
Dr. Michael Egnor, Professari í nervalíkis-skurðfrøði og pediatrics við State University í New York: “Darwinisman er eitt týdningarleyst ástøði, sum hevur verið upphevjað til vísindaliga tign og sum hevur stýrt nútíðar lívfrøðini.”
Menningarlæran ikki vísind, men serstøk trúarskipan
H.A.S. skrivar: “Menningarlæran er grundarlagið undir lívfrøðini. Tað var ikki fyrrenn við Darwin og menningarlæruni, at lívfrøðin hevjaði seg upp um tað spekulativa og gjørdist ein empirisk vísindagrein.” Men Dr. Albert Fleischmann, University of England er ikki samdur við H.A.S. Hann sigur: “Eg vrakaði evolutiónslæruna, tí hart vunnin kunnskapur síðani 1830 í vísindagreinunum: Anatomi, vevnaðarfrøði, kyknulæru og fosturfrøði kann ikki sameinast við hennara grundleggjandi ástøði. Hesin grundleysi, óveruligi menningarlæru byggningur hevði fyri langari tíð síðani havt uppiborið sína lagnu, var tað ikki fyri tann veruleika, at kærleikin til álvakent skrøgg er so djúpfestur í manna hjartanum.” Evolutionistar illneitast stundum inn á kreationistar og siga, at skapannarlæran einans er grundað á trúgv. Munurin ímillum menningarlærutrúnna og trúnna á hin livandi Gud, sum alt hevur skapt, er himmalvíður. Einasti líkleiki er, at bæði verða bólkaðar sum trúgv. Ein ørgrynna av vísindafólki, sum áður styðjaðu menningarlæruna og nú hava vent henni bakið, siga beint út, at henda læra als ikki er vísindalig av teirri einfaldu orsøk, at hon ikki er kjølfest í lívfrøðini og ei heldur nakrari aðrari vísindagrein. Jamen, táíð vísindin ferð eftir ferð hevur prógvað at ástøðið Darwins og veruleikin ikki kunnu sameinast, er tað so ikki eitt mótprógv ? Jú víst er tað so, og tí er menningarlæran, sum nógvir vísindamenn eisini siga, einki annað enn ein religión, og hesa religión kunnu tey, sum stuðla henni, gjarna eiga. Greiningin uppá eina religión er henda: “Ein serstøk trúarskipan, ella ein tilbiðjan, bygd á Gud, ella etiskar grundreglur, ella eina lívsfilosofi.” Evolutións ástøði líkur fult út trý av hesum “ein serstøk trúarskipan”, “ein tilbiðjan”, “bygd á eina lívsfilosofi.”
Ósatt uppáhald
Men hví er tað soleiðis, at eitt ástøði, sum bæði er mótprógvað og eisini er prógvað at vera ósatt, verður tilbiðið í slíkan mun, sum menningarlæran hevur verið og framvegis verður ? Hví hevur henda læra gjørt slíka innrás á lærustovnarnar um allan heimin ? Hví verða børnini framvegis upplærd í nøkrum, sum mangir av lærarunum sjálvir siga og vita er møsn ? Hví verða listasøvnini prýdd við øllum hesum “dýrgripum”, sum fyri ein stóran part eru falsaðir ? Eg haldi at Dr. Etheridge, Paleontologist í British Museum sigur tað so gott: “Níggju tíggjundapartar av menningarlæru tosinum er tað bera møsn, uttan kjølfesti í rannsøknum og verður als ikki styðja av veruleikum. Hetta listasavn er fult av prógvum um fullkomnu falsaninna í teirra átøkum. Í øllum hesum stóra listasavni er ikki eitt einasta prógv um “transmutation of species.” Eg veit, at tað kann vera troyttandi í eini grein sum hesi at endurgeva ymsar vísindamenn og teirra niðurstøður, men tað er kortini alneyðugt. H.A.S. sigur, at “Alt tað, sum vísindin er komin eftir síðan Darwin í 1859 setti fram sítt ástøði, tykist stuðla ástøðið.” Nú má man spyrja: Veit maðurin ikki betur, sum hevur slík rósandi orð at bera menningarlæruni ? Ella heldur hann, at øll, sum ynskja sær kunnskap um ymiska vísind, einans lesa Dimmalætting og greinar hansara um menningarlæruna, og tí eru líka óvitandi, sum hann sjálvur tykist at vera ? Ella hvat slag av vísind er tað H.A.S. lenar seg afturat ? Og hví halda á við slíkum ósonnum uppáhaldi, at øll vísind síðani 1859 stuðlar Darwin.
Darwinistiskar villur
Dr. H.B. Holroyd, Ph.D, verkfrøðingur og alisfrøðingur, fyrrverandi stjóri í Department of Physics, Augustana College, Illinois, USA, skrivaði grein í 1982, sum stóð at lesa í Creation Reasearch Society Quarterly; greinin hevði heitið: “Darwinism is Physical and Mathematical Nonsense.” Í hesi grein skjýtur hann upp, at allar stórar mannavillur í framtíðini skulu verða skírdar: “Darwinistar”. Hann sigur, at í einum mátingarstiga, sum mátar mannavillur, er Darwinisman “Mr. Everest.” Hann sigur m.a. soleiðis: “Atvoldin til darwinistisku villurnar var mistakið ikki at nýta neyðugu støddfrøðina, tí vit hava sæð at omanfyri allan orðadrátt, er tað ómøguligt, at tær ófatiligu smáu designaðu lívverurnar kunnu vera vorðnar til av tilvildarligum tilgongdum og úrvali í einum mátingar lutfalli, sum er 10 í hundrað potens (eitt 1 tal eftirfylgt av 100 nullum), sum er størri enn talið av atomum í øllum kenda universinum.” Eisini sigur hann, at darwinisman er alisfrøðiligt og støddfrøðiligt møsn, hon er eisini logiskt møsn, tí ein skilagóður hugsari tekur ikki fyri givið eitthvørt, sum drigið verður burtur úr einum ástøði. Víðari sigur hann, at vissuliga er darwinisman eitt stórt mistak heldur enn eitt ástøði, og vísindafólk innan alisfrøðina skuldu fyri nógvum tíggjutals árum síðani við dirvi og fastleika havt víst á hetta. Harafturat sigur hann: “Ein verður ikki bilsin av, at Darwin, sum hevði lítlan vísindaligan lærdóm, fall í villunnar grøv; men tað, sum ger okkum ovfarin er, at stórir alisfrøðingar og evnafrøðingar í hansara samtíð, eins væl sum teir, ið komu aftaná, ikki tóku sær nóg mikið av tíð at peika á villurnar. Vísindamenn innan alisfrøðina, sum kenna hægru støddfrøðina og eru førir fyri skilvísari og greinandi hugsan, skuldu ongantíð havt loyvt ranga menningar ástøðinum at nátt slíkar hæddir, tá hetta eins og eyðsýndur veruleiki hevur fest seg í sinnið á fjøldini.”
Skallutta læran
H.A.S.sigur, at í Origin of Species skrivaði Charles Darwin rættiliga avbjóðandi, at “Um man kundi víst á eitt ella annað samansett organ, sum ómøguliga kundi verið skapt við nógvum aftaná hvørjari aðrari fylgjandi smáum broytingum, hevði tað heilt víst oyðilagt mítt ástøði.” Síðani sigur Hans Andrias so avgjørdur: “Men hóast menningarlæran nú er 150 ára gomul, so hevur tað ikki her eydnast teimum at finna nakað, sum mótprógvar ástøðið.” Meðan hann enn var á lívi, tóku tveir menn, Spencer og Mivart, Charles Darwin uppá orðið, og komu við ítøkiligum dømum, sum ikki kundu afturvísast. Síðani tá hevur arbeiði gingið framá, hóast størsti parturin av kjakinum hevur verið handan læstar hurðar, hetta merkir í yrkisfundarbókum og fakbókum, sum næstan eru heilt ókendar fyri uttanfyri standandi vísindafólki. Vissiliga er darwinisman fullkomiliga afturvíst; ja, enntá í slikan mun, at kendi amerikanski naturalisturin og evolutionisturin John Burroughs stutt áðrenn hann doyði skrivaði: “Eins skalluttur Samson var, eftir at hárið varð roytt av honum, eins skallut eru ástøði Darwins um úrveljing.”
Er komin á gravarbakkan
Tað er ironiskt at darwinisman, sum gjørdi sær almikð stríð at leggja í oyði hugtakið pátrúgv, skuldi gerast ábyrgdari fyri heimsins stórstu pátrúgv alra tíða. Men í dag, hóast hennara viðgongd í fortíðini, er hon komin á fallandi fót. Ja, í veruleikanum eru mong vísindafólk sum siga, at darwinisman er deyð, og at henni einans tørvar endaligu jarðarferðina. Eitt dømi um at soleiðis er skikkað, er at eitt ástøði, menningarlæran, sum aftur og aftur hevur tørv á at verða lagað eftir umstøðunum fyri at standa royndina, missir sítt trúvirði; ella eisini um ástøðinum framhaldandi tørvar umbering, hví spádómur tess ikki er sambærligur við nýggjar sannroyndir. Tað gevur ikki góðar vónir fyri eitt ástøði, at tað hevur havt eitt ótal av seinni umbroytingum. Summir evolutionistar misfata hetta og royna at vísa á, at áhaldandi umskipaninnar, og aftur og aftur at stemma streingirnar i menningarlæruni, rættvísger hesa sum eina serstaka og heiðursverda læru.
Ofta koma teir við løgna uppáhaldinum, at skapannarlæran ikki er vísindalig, tí samljóð hennara við prógvini er so fullkomin, at tørvur er ikki á broytingum. Slíkt hugsunnarúrslit er tað sama sum at siga, at atdráttarlógin ikki er vísindalig, tí hon heilt og fult er í samljóð við veruleikan, soleiðis at henni tørvar ikki broytingar. Í 1980 vóru umleið 160 av heimsins leiðandi kropbygnaðarfrøðingum,
visindamenn innan læruna um deyð dýr og plantur, arvafrøðingar og aðrir savnaðir saman á fundi í Chicago. Teir vóru noyddir at góðtaka at fornleivdar “prógvini” stuðlaðu ikki menningarlæruni hjá Darwin, og tí vóru teir noyddir at falla aftur á longu til gjøldurs gjørda ástøðið um “vónaða vanskepilsi”(hopeful monster). Hetta ástøðið er eisini gjørt til gjøldurs av støddfrøðingum. Enntá Karl Popper, sum H.A.S. er so óførur at endurgeva, sigur at Darwinisman er ikki eitt testbart vísindaligt ástøði, men ein metafysiskur granskingar táttur. Metafysikkur (læran um alt, sum er uttan fyri fysiska heimin) er ikki vísind, men er í næstu ætt við religión. Áheitanin frá Karl Popper um virksamt at granska, ger ikki ástøði vísindaligt, tí tað er møguligt at granska alt, ja, enntá hina mest løgnu pátrúnna. Mong onnur víðagitin vísindafólk sum eru evolutiónistar viðganga, at menningarlæru ástøði ikki er vísindi. Til dømis skrivaði Dr. L. Harrison Matthews við útgávuna av Origin of Species í 1971 tey undrunnarverdu orðini, at menningarlæran var ein trúgv, ikki vísind. Hann segði eisini, at um tað veruliga var soleiðis, at ryggurin í lívfrøðini var menningarlæran, tá kom lívfrøðin á henda hátt í ta margháttligu støðu at vera vísindi kjølfest í einum óprógvaðum ástøði.
Dávid sigrar Goliat
At siga, at øll vísind síðan Darwin stuðlar honum og hansara menningarlæru, er so langt við síðuna av, sum tað kann vera. Eg havi í hesi grein roynt at vísa á, hvussu høgt virdir vísindamenn eru komnir til sínar niðurstøður. Aðrir trúgvir evolutionistar vátta eisini hetta sama; t.d. segði Sir Arthur Keith, at menningarlæran er ikki prógvað og kann ikki prógvast, men hann trúði á hana, tí hon var einasta alternativi til skapannartrúnna. Annars er at siga um Arthur Keith, at hann var ágrýtin forsprákari fyri Piltdown Manninum. Leingi eftir deyða hansara segðist, at hann møguliga var samsekur í hesum stóra sviki saman við Charles Dawson. Eisini nobelprísvinnarin D. Ernest Boris Chain, sum var týskt føddur jødi, segði, at fyri honum var tað bert ein hypotesa at góðtaka, at menningin og yvirlivan hins sterkasta er eitt úrslit av tilvildarligum mutatiónum. Hann sigur, at hetta er nakað, sum er bygt upp uttan prógv og er ikki sambærligt við veruleikan. Tað gjørdi hann eisini sera bilsnan, at hetta hevði verið svølgt rátt uttan atfinningar í so langa tíð av so nógvum vísindamonnum. Spurt verður eftir prógvum og mótprógvum; í mínum hugaheimi telur tað nógv, at vísindamenn sum trúgva á skapannarlæruna í 1. Mósebók í orðadráttum við evolutionistar,
eru at rokna sum Dávid, sum sigraði á Goliat. Tí er tað sera hóskandi at enda við orðunum hjá Luther Sunderland: “Seinnapartin í 1970 árunum varð allastaðni á undirvísingarstovnunum í frælsa heiminum kjakast um uppruna lívsins, hetta vant alt meiri uppá seg. Hundraðtals vísindafólk, sum einaferð góðtóku menningarlæru ástøði sum veruleika, mynstraðu av skipinum og stóðu føst uppá, at vísindaligu prógvini fult út styðjaðu skapannarlæruni. Kendir evolutionistar, so sum Isaac Asimov og Stephen Jay Gould søgdu, at av tí at vísindafólk, sum tóku undir við skapannarlæruni, komu sigrandi út úr øllum hesum fleiri enn hundrað orðadráttum, so skuldu evolutionistar als ikki havt kjakast við teir.”
Skrivað hevur Victor á Lakjuni




