Mándagin vóru menn frá landsverk í ferð við at reinsa grót undan loftinum í Trøllanestunnlinum tá stórur steinur datt niður á ein arbeiðsmann
Landsverk hevur seinastu tíðina arbeitt við at seta portalar í tunnlarnar í Kalsoynni.
Arbeiði hevur gingið sera væl og í løtuni verður arbeitt í Trøllanestunnlinum.
Mánadagin var farið í holt við at spreingja undan loftinum fyri at skapa pláss fyri portalinum og eftir spreingingina var farið undir at reinsað loftið fyri leyst grót.
Meðan arbeitt verður dettur ein steinur – á stødd við eina spann – beint niður á høvdið á arbeiðsmanni.
Samstundis dettur ein stórur klettur undan loftinum, sum vá umleið eitt tons, – skamfílar mannin og lendur á fótinum á óhepna arbeiðsmanninum.
Í óhappinum var maðurin so "heppin" at koma at liggja millum tveir plankar. Hetta bjargaði honum frá at missa beinið, tí sum sagt er steinurin mettur til at eina vekt sum liggur um eitt tons.
Boð vóru síðani send til 112 og Ternan fór beinanvegin av Klaksvík við sjúkrabili.
Maðurin slapp frá hendingini við knústum fóti og tað er væl sloppið tá hugsað verður um hvat kundi hent um stóri steinurin hevði rakt mannin.
Arbeiðstrygdin var annars í lagið – maðurin hevði trygdarskógvar og hjelm.




