Í samband við nógv umrøddu umskipa av nevndini í Atlantsflog – bóðu vit um alment innlit í samskiftið millum nevndina í Atlantsflog og Løgmann
Tann 24. mars 2009 kl. 10.37
Sendir Norðlýsið eina umbøn um alment innlit til løgmannsskrivstovuna:
Hervið verður biði um alment innlit í samskifti millum Løgmann – landsstýrismannin í Vinnumálum og við landsstýrismannin í uttanríkiskmálum – um nógv umtalað umskipanina av nevndini í Atlantic Airways.
Eisini verður biði um alment innlit í samskifti millum løgmann og nevndina, formannnin ella leiðsluna í Atlantic Airways um sama mál!
Tann 25. Mars 2009 kl. 14.13
sendir umsitingin í tinganesi umbønina um alment innlit – til viðmerkingar hjá nevndarformanninum í Atlantic Airways
Emne: Ummæli av innlitisumbøn viðvíkjandi umskipanina av nevndini í Atlantic Airways
Løgmansskrivsstovan hevur í hjálagda telduposti dagfestum 24. mars 2009 fingið innlitisumbøn frá John William Joensen, Norðlýsið, um alment innlit í samskifti millum Løgmann – landsstýrismannin í Vinnumálum og við landsstýrismannin í uttanríkiskmálum – um nógv umtalað umskipanina av nevndini í Atlantic Airways. Eisini verður biðið um alment innlit í samskifti millum løgmann og nevndina, formannnin ella leiðsluna í Atlantic Airways um sama mál.
Hjáløgd eru øll skjøl løgmansskrivstovunnar í málinum.
Spurt verður um hvørji skjøl av hesum P/f Atlantsflog ger krav uppá at koma undir innlitislógina § 12 ella aðrar undantaksgreinar í lógini um alment innlit og tá neyvari løgfrøðiliga grundgeving fyri tí.
Dokument
20/03-09 Skriv frá Fólkaflokkinu viðv. Atlantic Airways
21/03-09 Skriv til løgmans frá fólkaflokinum viðvíkjandi nevndarvalinum
23/03-09 Upprit viðvíkjandi broytingum í nevndin í AA
23/03-09 Viðmekringar frá fólkaflokkinum um Jóhan Dahl
23/03-09 Svar løgmans til fólkaflokkin
24/03-09 Innanhýsis notat um atlantsflog
25/03-09 Aðalfundurin hjá Atlantsflog
25/03-09 Innanhýsis notat um atlantsflog
Hjálagt sendi eg til kunnleika, og evt. viðmerkingar, ummæli frá P/f Atlantsflog av innlitisumbøn viðvíkjandi umskipanini av nevndini í Atlantsflog.
Mikudagin 25/3 2009 kl. 16:52
Sendur formaðurin í Atlantic Airways, Christian Andreasen svar til umsitingina í tinganesi har hann staðiliga vísir aftur at Norðlýsið skal hava innlit í nøkur skjøl yvirhøvur.
Subject: SV: Kunning um ummælisáheitan av innlitisumbøn viðvíkjandi umskipanina av nevndini í Atlantic Airways
Eg eri av teirri áskoðan, at samskiftið millum nevndarformannin í Atlansflog og landsstyrið sum partaeigara ikki eigur at verða latið fjølmiðlunum.
Talan er um trúnaðarupplýsingar og tað kann hava stóran skaða fyri felagið, um slíkt samskifti verður almannakunngjørt.
Málið um partabrævasøluna í felagnum er eitt sera gott dømi um tann skaða, sum slík útfyggjan av skjølum kann hava við sær fyri felagið. Tað má verða gjørligt hjá nevndarformanninum at samskifta við landsstyrið, uttan at nevndarformaðurin skal ricikerað, at tilfarið endar í fjølmiðlunum.
Samskiftið hjá mær snýr seg um trúnaðarupplýsingar í samband við eitt nevndarval í eini børsskrásettari fyritøku. Skal slíkt tilfar latast fjølmiðlunum, verður tað framyvir heilt ójgørligt hjá felagnum at samskifta við landsstyrið.
Eg skal vísa til regluna í innlitslógini § 12, stk. 1 nr. 5 og skal viðmerkja, at verða mínir teldupostar latnir fjølmiðlunum kann hetta verða til skaða fyri felagið, ikki minst umrøðan av hesum skjølum, sum heilt vist kann hava við sær óstabilitet fyri felagið. Hugurin hjá privatum íleggjarum at ogna sær partabrøv i eini fyritøku, har alt samskiftið millum høvuðspartaeigaran og nevndarformannin verður almannakunngjørt, kann við vissu gerast minni, um vit frameftir skula innføra eitt praksis, har hetta samskiftið verður gjørt alment.
Eisini skal eg vísa til § 13, stk. 1, nr. 5 í somu lóg, sum eisini undantekur landsstyrinum eina skydu at geva innlit í skjøl, sum hava við eina børsskrásetta fyritøku at gera.
At enda skal eg visa til § 4, stk. 1 í lógini og vísa á, at lógin bert umfatar skjøl, sum ein myndugleiki hevur móttikið sum liður í fyrisitingarligari saksviðgerð.
Avrit av hesum sent til Vinnumálaráðið.
Vinarliga
Christian Andreasen
Í morgun: frí 27/03-2009 kl. 09.37
kemur endaligt svar frá umsitingini hjá løgmanni í Tinganesi.
Formliga skal eg boða frá, at tað á løgmansskrivstovuni er gjørt av ikki at veita innlit í onnur skjøl enn tey sum longu eru latin viðvíkjandi umskipanina av nevndini í Atlantic Airways.
Heimildin er løgtingslógin um alment innlit § 12 og § 13.
Óskiljandi
Hetta er fyrstuferð at Norðlýsið hevur fingið so greitt noktandi svar.
Ongantíð áður er noktað okkum innlit í alt skjalatilfar sum viðvíkjur einum almenum felag og samskifti tess við landsstýrið.
Einasta tillfar vit hava móttikið frá løgmannsumsitingini eru tíðindaskrivini sum áður eru send fjølmiðlunum.
Men vit hava tíbetur aðrara møguleikar og teir fara vit so at royna komandi dagarnar.
John William Joensen – Norðlýsið




