Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ-kvinnurnar vunnu stórt á EB/Streymi

Oliver Joensen

Fyrsti dysturin í landskappingini hjá kvinnum í fótbólti var í kvøld og KÍ legði hart út við at smyrja EB/Streyma kvinnurnar av við einum 5-0 sigri.

Mótstøðan var ikki stór í kvøld, tá Kí-kvinnurnar møttu EB/Streymi.
Hálvleiksstøðan var 3-0 til KÍ og endaliga úrslitið 5-0, og tað var væl sloppi hjá EB/Streymi, ið ógvuliga sjálvdan kom framat KÍ málinum. Hinvegin høvdu KÍ-kvinnurnar fleiri møguleikar, ið kundu givið mál.
Sum skilst á úrslitunum frá hinum dystunum, so kunnu KÍ kvinnurnar rokna við  at Víkingur og AB vera sterkastu mótstøðuliðini í ár.
Í kvøld skoraðu: Ranvá 2, Ása 2 og Sofía 1.