Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uttanríkisráði og Samvit leggja saman

John William Joensen

Samanleggingin av Uttanríkisráðnum og Samviti er ein rationalisering, sum tryggjar ein bíligari rakstur við einari einfaldari fyrisiting.

At leggja stovnarnar saman, styrkir eisini um fakliga førleikan hjá starvsfólkunum, sum verða betri ílatin til at loysa tær uppgávur, ið eru okkum álagdar, staðfestir Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri.

Búskaparligu útlitini krevja umhugsni, rationaliseringar og sparingar í almennu fyrisitingini. Hetta hevur við sær, at Uttanríkisráðið og Samvit leggja saman.

Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, sær møguleikar í samanleggingini.

– Samanleggingin av Uttanríkisráðnum og Samviti er ein rationalisering, sum tryggjar ein bíligari rakstur. At leggja stovnarnar saman, styrkir eisini um fakliga førleikan hjá starvsfólkunum, sum verða betri ílatin til at loysa tær uppgávur, ið eru okkum álagdar, staðfestir Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri.

Fleiri av starvsøkjunum hjá báðum stovnum hava verið tey somu. Úr rúgvuni kunnu nevnast: ferðavinna, handilsferðir, útflutningsátøk, vinnuráðgeving, mentanarátøk, tónleikavinna og tjóðarbranding. Samanleggingin hevur tískil við sær, at peningaliga og fyrisitingarliga orkan verður betri gagnnýtt, og umsitingin verður einfaldari og bíligari.

– Eg haldi, at tað er av stórum týdningi, at vit hava eitt vælskipað og virkið Uttanríkisráð, sum tryggjar føroysku áhugamálini í altjóðasamfelagnum. Samanleggingin av Uttanríkisráðnum og Samviti betrar um møguleikan at røkja okkara týdningarmiklu uppgávu, heldur Jørgen Niclasen.

Fjølmiðlar, ið ynskja at vita meira um málið ella at fáa viðmerking frá ráðharranum, eru vælkomnir at seta seg í samband við Jóannes V. Hansen, ráðharraritara, á tel. 296109.