Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ferð til London & París

John William Joensen

Ein vitjan í mest stórfingnu býunum í Europa – Vitjan á Westminster Abbey og St. Paul´s Cathedral – Við kendu Eurostar verður farið til París – Í París verður m. a. Eiffeltornið, Louvre og slottið Versailles ……

í døgunum 20. til 27. juli 2009

• Ein vitjan í mest stórfingnu býunum í Europa

• Vitjan á Natural History Museum og London Eye

• Vitjan á Westminster Abbey og St. Paul´s Cathedral

• Við bussi verður farið fram við eyðkendu býarmerkini í London

• Við kendu Eurostar verður farið til París

• Í París verður m. a. Eiffeltornið, Louvre og slottið Versailles
við tí kenda spegilssalinum

• Vitjan á Notre Dame

Alt hetta og annað mangt verður vitjað á ferðini sum kostar einans kr. :

pr. persón
13.800,-
Ferðatrygging er tó ikki íroknað prísinum!

1. dagin
Lenda á Stansted flogvøllinum fyrrapartin, har bussur bíðar okkum og koyrir til London, har koyrt verður fram við nógvum av kendu støðunum í miðbýnum í London. Steðgur á Natural History Museum, haðani til London Eye, áðrenn farið verður á hotellið. Um kvøldið døgurði á eini matstovu í býnum.

2. dagin
Vitja kendu krýningarkirkjuna Westminster Abbey, seinni eina ferð við báti eftir Themsen. Um kvøldið til ein døgurða á matstovu í West End, áðrenn farið verður til ein musical.

3. dagin
Frídagur

4. dagin
Eftir morgunmat verður koyrt til St. Pancras har farið verður umborð á Eurostar, sum upp á góðar tveir tímar undir Ermasund koyrir okkum til París. Bussur biðar okkum og koyrir ein panoramatúr gjøgnum París, har vit síggja Place de la Concorde, Tour d´Eiffel, Aarc de Triomphe og Louvre. – Koyra síðani til eina matstovu har vit fáa ein vælkomudøgurða og aftaná ein Illumina- tions tour of Paris.

5. dagin
Eftir morgunmat verður farið at vitja Eiffeltornið, Louvre og Notre Dame. Koma aftur á hotellið seint seinnapartin.

6. dagin

Morgunmat á hotellinum. Síðani verður farið til Château de Versailles har vit síggja tann víðagitna spegilsalin, har friðaravtalan eftir fyrra veraldarbardaga varð undirskrivað.

7. dagin
Fyrrapartin fríløta í París. Fara síðani við bussi til Gard du Nord, har Eurostar biðar at flyta okkum aftur til London.

8. dagin

Eftir morgunmat verður farið aftur til Stansted, haðani Atlantic Airways flytur okkum heimaftur á klettarnar.

Tilmelding á tel 456285