Landssjúkrahúsið fær nú nýggjan “Klimaskerm” – tað sum á bygd verður rópt – húsaklædningur!
Seinastu mongu árini eru frøðingar fyri og aðrir eftir komnir dettandi úr flogfarinum hjá Atlantic Airways – heimafturkomnir eftir drúgva skúlagongd úti í stóru verð!
Hesir høgt lærdu heilar – halda seg langt vekk fra bygdalívinum – og savnast um stóru almennu stovnarnir í Havn. – Og tað er ikki eitið á fremmandum hugtøkum hesi avlærdu fólkini spræna út í føroysku fjøldina gjøgnum høvuðsstaðarpressuna – sum kappast um at bera boðskapin út til svanga fólki.
Nýggj orð verða uppfunnin hvønn dag og titlar (klistrimerkir á rygginum) flúgva um oyrini hjá hesum arbeiðssama fólkaslagi.
Noy – at sita her norðuri og lesa tíðindabrøvini, sum hvønn dag kom sendandi gjøgnum luftina er ikki nøkur løtt uppgáva – og ein skilur ikki helvtina av tí sum verður skrivað.
Ovast á hesi – embætismannarókini – er heilsuverkið – landssjúkrahúsið – heilsumálaráðið og so seint sum í morgun kom eitt langt tíðindaskriv frá heilsumálaráðnum – sum undirritaði var noyddur at lesa einar fimm ferðir áðrenn fimmoyrða fall.
Undir heitinum: Menning, leiðsla og samstarv innan sjúkrahúsverkið, verður boða frá umfatandi broytingum í heilsuverkinum.
Í brævinum verður sagt at broytingarnar eru ein liður í at fremja neyðug stig til samskipan og rationalisering , sum mæld vóru til í sonevndu Valcon-fíggjargreiningini.
Rationalisering- sum tey rópa tað í Havn – eitur í dagligari talu – fleiri flugur við eitt smekk!
Heilsuverkið skal nú – gagnnýta tilfeingið – skipa fleiri heimtøkur (flúgva læknar og serfrøði úr øllum heiminum at viðgerða sjúkar føroyingar) – felags menningarstjóri at fyrireika og íverkseta HR-menningarátøk og omanfyrinevndu ”heimtøkuverkætlanir” og í hesum sambandi hevur landsstýrismaðurin – púrasta av sær sjálvum – sett ein – toppleiðara frá danska heilsuverkinum – sum hevur arbeitt sum konsulentur í starvsfólkamenning. (Hesin toppleiðarin má verða nakað nógv verdur nú hann er sendur til Føroyar)
Øll skifta navn
Tað hevur verið klandur og stríð millum deildir, læknar, sjúkrasystrar, røktarfrøðingar og leiðslupersónar á Landssjúkrahúsinum so leingi sum nakar minnist.
MEN nú er alt stríð gloymt – tí landsstýrismaðurin hevur avgjørt at øll skulu skifta navn – og sum sigur er verður ein stjóri (menningarstjóri) settur afturat í heilsuverkinum.
Sjúkrarrøktarstjórin verður konstitueraður og teir tríggir sjúkrahúsleiðararnir verða settir í eitt sjúkrahússtjóraráð sum skal verða ein strategiskur leiðslubólkur????
Hesin strategiski-sjúkrahússtjóra-ráðs-leiðslubólkurin skal beinanvegin til arbeiðis – at tryggja yvirskipaðu heilsufakligu viðurskiftini – vísa á tvørgangandi loysnir – og – leggja til rættis heimtøkur????????
Sjúklingurin kemur ikki uppá tal – tað einasta sum øll eru samd um er at hann skal ikki vá-a-sær av landinum.
Nú bankarnir hava fingið heima-avgreiðslur – hava tey í ovastu hædd í Heilsumálaráðnum uppfunnið – heimtøkur?
Fínasti og nógv-for-stóri-bygningurin í Havn – Landssjúkrahúsið – verður nú eisini umvældur? – Hóast partur av bygninginum er spildur nýggjur.
Men tað sum á bygd verður rópt umvæling verður nú kallað nakað heilt nýtt í Havn!
Í tíðindaskrivi frá Landsverki stendur at nú skulu útsíðurnar og tekjan á landssjúkrahúsinum endurnýggjast??
Í staðin fyri tað vanliga tjørupappið á tekjuni – skal landssjúkrahúsið nú hava dúk á takið.
Og nú nógv-for-stóri-bygningurin-í-havn fær ein fínan dúk á tekjuna – skulu síðurnar eisini útskiftast.
Við stórum bókstavum boðar Landsverk frá at nú skal Landssjúkrahúsið hava – klimaskerm???
Her norðuri í Klaksvík verður hetta rópt at skifta klædning – men tað er alt ov bygdasligt til ein so fínan bygning!
– Ja mangt løgið kemur úr Havn!
– Ein morgunin kom ein bilur frá Havstovuni (fyrrverandi Fiskirannsóknarstovuni) oman á Kósabrúnna. Trý konufólk í grønum kitli komu úr bilinum og fóru umborð á ein útróðrarbát – sum júst hevði lagt at bryggju! Grønu dámurnar gingu síðani millum fiskakassarnar, stungu máti-tól niður ímillum fiskarnar og sóu ógvuliga álvarsamar út!
– Tveir útróðrarmenn – sum stóðu á bryggjuni hugdu uppá hvønn annan og ristu høvður! – Teir hugsaðu óivað um hvar rokningin fyri fornemmu vitjanina fór at verða send!
jwj
🙂
———-
ps: (úr egningarskúrinum)
Konsulentar – Eg átti ein frens sum ein dagin leyp upp um eitt hegn. Óeydnan vildi at kúlurnar hingu fastir í píkatráðinum!
– Síðani tá hevur hann virka sum konsulentur…..




