Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gamla Norrøna til Føroya

John William Joensen

Fríggjadagin 17. apríl kl. 18 verður hátíðarhald á Vestaru Bryggju í Havn, tá ið Logos Hope kemur til Føroya.

Hetta er gamla Norrøna, sum er umbygd til trúboðanarskip hjá OM Ships International

Eftir umfatandi umvælingar seinastu fimm árini er gamla Norrøna nú farin í sigling sum trúboðanarskipið Logos Hope hjá felagsskapinum OM. Skipið siglir framvegis undir føroyskum flaggi og er skrásett í Tórshavn.

Umborð á Logos Hope eru eini 350 sjálvboðin fólk úr meir enn 45 londum. Endamálið við skipinum er at virka fyri altjóða sínámillum fatan ígjøgnum mentanarlig samstørv, samfelagslig hjálpartiltøk og ovurstóru bókasøluna umborð.

Nógvir føroyingar hava gjøgnum árini verið styttri og longri tíð við OM, sum virkar í 110 londum og við tveimum skipum. Logos Hope er fjórða skipið hjá felagsskapinum. Hini trý skipini – Logos, Logos II og Doulos – hava øll vitjað í Føroyum.

Logos Hope kemur á Havnina fríggjadagin 17. apríl kl. 18. Tá fara kappróðrarbátar og aðrir bátar út at taka ímóti skipinum, og Brimil fer at heilsa teimum við vatnkanónunum. Tey, ið ætla at taka ímóti Logos Hope við bátum, mugu vera úti hjá skipinum í seinasta lagi kl. 17.30.

Lagt verður at við Bacalao, har millum annað Kaj Leo Johannesen løgmaður og Heðin Mortensen býráðsformaður fara at halda røðu, og hornorkestur spælir.

Logos Hope fer ætlandi at liggja seks dagar á Havnini. Millum tiltøkini umborð er eitt fyri allar teir føroyingar, sum hava verið við OM gjøgnum árini. Týsdagin verður samkoma umborð fyri føroyskar kirkju- og samkomuleiðarar. Allir fólkaskúlarnir eru eisini bodnir umborð til eina ferð kring heimin.

Fólk eru vælkomin at vitja framsýningar og tiltøk umborð. Bókasølan og kaffistovan eru opnar týsdag-leygardag kl. 11-23 og sunnudag kl. 15-23. Fleiri av kvøldunum fara føroyskir tónleikarar at spæla á kaffistovuni.

Hósdagin 23. apríl fer Logos Hope til Klaksvíkar, har móttøka verður úti á Norðborg kl. 18.

Í Klaksvík verður m.a. hjúnakvøld umborð, og flaggdagin, 25. apríl, verður stórt tiltak í KÍ-høllini. Sunnudagin 26. apríl kl. 23 endar føroyavitjanin við farvæl- tiltaki á kaiini, og Logos Hope setur síðan kós móti Írlandi.

Flestu tiltøkini verða tulkað!
Meira fæst at vita um vitjanina hjá Logos Hope á www.om.fo

Vegna fyrireikararnar
Karl R.Vang