Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkaheilsa: Leygardagin byrjar RENN FYRI HEILSUNA

John William Joensen

At Klaksvík er ein heilsubýur er ikki bara orð, tí nú leygardagin 18. apríl kl. 14.00 byrjar aftur tiltakið “Renn fyri heilsuna” og verður hildið á hvønn leygardag til 26. september

Byrjað verður hvønn leygardag kl. 14.00 frá Sportmaster. Runnið/gingið verður út á Skarðhamar at venda og inn í býin aftur. Málið verður hjá Magn við Stangavegin. Hesin teinurin er 5 km langur. 

Runnið/gingið verður hvønn leygardag frá 18. apríl til og við 26. september (tó einans undantikið á Norðoyastevnu 6.juni). Tilsamans verður runnið 23 leygardagar, og fáa øll sum luttaka eina rennibók, har tey fáa stempul í, sum váttan fyri luttøku. Øll tey sum renna 15 ferðir fáa gávu. 

Eins og í fjør, so ber til at ogna sær lutaseðil fyri hvørja ferð ein hevur luttikið. Síðsta leygardag sum runnið verður – t.v.s. tann 26. september, verður drigið millum øll sum hava luttikið og ogna sær lutaseðil. Vinningarnir eru ein rennipakki á kr. 4.000,- frá Sportmaster, kr. 3.000,- í olju frá Magn, gávukort á kr. 2.000,- frá EIK, gávukort kr. 2.000,- frá KBI og ein Nokia 7100 við talutíð frá Føroya Tele. 

Leygardagin 5. september er ætlanin at hava stóru árligu fólkaheilsurenningina, har eini 800 fólk luttøku í fjør.

Fyriskipararnir vóna at nógv taka undir við tiltakinum, sum hevði umleið 2.500 luttakarar yvir 16 leygardagar summarið 2008. Aftur í ár verður stóra klokkan sett á málinum, so ein kann síggja sína egnu tíð – væl at merkja um ein hevur hug til tað. Eisini verða skiltir sett við hvønn kilometur á rutuni.

Tað er rennifelagið Treysti sum samskipar tiltakið saman við Magn og Sportmaster. Aðrir sum stuðla eru EIK, KBI og Føroya Tele.