Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steinbjørn O. Jacobsen, skrivar: Rós til Rósu Samuelsen, landstýriðskvinnu

Oliver Joensen

Tað var fløvandi, at fáa tíðindini, nú Rósa Samuelsen landstýriðskvinna loksins leggur nógv umtalaða bústaðarpakkan fyri Løgtingið.

Tað hevur verið bíða í mong ár eftir nýggja pakkanum, og mangar bústaðarætlanir runt um í Føroyum hava ligið í bíðistøðu, tí bústaðarpakkin er á veg.
Vónandi kemur bústaðarpakkin at føra til, at gongd kemur aftur á íbúðarbygging til eldri og teimum við serligum tørvi, so sum vardar íbúðir.

Kráarbrekkuætlanin
Tá vit bygdu Kráarbrekkuætlanina við 24 eldraíbúðum og einum Sambýlið til 16 búðfólk, var nógv tala um bústaðarpakkan, sum fór at koma búfólkunum til góða, men har var onki at heinta, við tí úrslitið, at leigukostnaðurin gjørdist í hægra lagi til pensionistar. Vónandi kemur hetta uppskotið eisin teimum leigarum tilgóðar

Gerið lógina einkulta at umsita.
Nú vónið eg, at ikki stígur kemur í viðgerðina, men at máli verður avgreitt sum skjótast, og hetta verður ein einkult lóg at umsita, so íbúðarætlanirnar kunnu setast í verk uttan stórvegis trupuleikar.
Jú, hetta verður eitt frambrot í framtíðarbygging hjá føroyinginum, og við hesi bústaðarlóg, fara vit at síggja nýggjar og spennandi bústaðarmøguleikar, og í hesum døgum, har arbeiðsloysið veksur, kann hetta fjálga um svongu byggivinnuna.
Eg vil ynskja Rósu Samuelsen góða eydnu við uppskotinum, við vón um, at løgtingið tekur væl ímóti uppskotinum.

Harleywoodpaint