Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan fingið nýggjan venjara

Oliver Joensen

Ídag var skipað fyri móttøku í KÍ-høllini, í sambandi við at 34 ára gamli Morten Hust Petersen, er settur sum venjari hjá Stjørnuni.

Morten Hust Petersen er vælkendur í Føroyum, hann hevur verið venjari hjá besta mansliðinum hjá VIF.
Tað var formaðurin hjá Stjørnuni, Kristoffur Ragnarsson, ið ynskti nýggja venjaranum vælkomnum.
Eftir at hava verið saman við leiðsluni hjá Stjørnuni, hitti Morten eisini leikararnar á loftinum í KÍ-høllini og greiddi eitt sindur frá hugsanum sínum.