Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ringdu til mammu og babba frá toppinum á Hálgafelli

John William Joensen

Tað eru ymiskar meiningar um navnið men tó verður hildið at navnið kemur av at fjallið er heilagt og í góða veðrinum í gjár vunnu trý 11 ára gomul vinfólk á fjallinum

Annað staðarnavn sum stuðlar undir hesi stavseting er oman móti sjálvum Hálsinum – Altarið. So er spurningurin hvat Altarið hevur verið brúkt til, men tað er nærliggjandi at hugsað at í fornari tíð hevur eitt ella annað slag av gudadyrkan verið á fjallinum.

Í gjár fóru tey trý vinfólkini, Elsa S. Joensen, Victoria Biskopstø og Paul Kjartan Matras ein túr niðan á Háls.

Hesi 11 ára gomlu ungfólkini úr 5. A í Skúlanum á Ziskatrø hildu leiðina fram niðan á Altarið og víðari niðan undir ovasta hamaran.

Hiðani ringdu tey til foreldur og bóðu tey koma út at vita um tey sóust ovast á fjallinum. Meðan foreldrini hildu ondini   gingu ungfólkini framvið ovasta hamaranum suður móti Brúnaskarði og endin var at tey funnu leiðina niðan á sjálvan fjallatoppin.

– Her var øðiliga høgt – søgdu tey trý við ein munn. Sjálvur toppurin er ikki meira enn einar tríggar fýra metrar breiður og sum myndirnar vísa vóru tey ovurfegin at hava megnað at vunnið á heilagaða fjallinum – Hálgafellið.