Nú um dagarnar hoyra vit um, at arbeiðið við at gera fíggjarlógina fyri 2010 er byrjað.
.Hvussu kann minkast um undirskotið, hvat kann skerjast, og hvar kann samgongan sleppa framat við spariknívinum ?
Jú, lættast er sjálvsagt at leypa uppum, har garðurin er lægstur, og hvar er so tað ? Sjálvsagt er tað tann vanligi skattgjaldarin, sum enn einaferð skal bløða. Javnarflokkurin við Jóannesi Eidesgaard á odda, vísir á møguleikan at avtaka sjómansskattin, minkaðan rentustuðul, mvg, at tímalønt sjálvi gjalda læknaváttan, minkaðan pápapening o.s.v. Heilt erligt, er ætlanin tann, at avlagað fiskivinnuna fullkomuliga ? Hetta er ikki fyrstu ferð, at tosað verður um at avtaka sjómansskattin. Við lóg hækkaði skatturin, t.v.s. vit høvdu frádrátt sum var 15% av 500,000 kr., hesin bleiv lækkaður til 14% av 470,000 kr.
Men ikki tí, tosað hevur verið um at minka veiðutrýstið og eg trúgvi, at tað hendir, um sjómansskatturin verður avtikin. Tí, sum nú er, liggur ein partur av flotanum, deils av vánaligu fiskaprísinum og harvið truplum skiparakstri. Uttan iva kemur ein nógv størri partur av flotanum framyvir at liggja, grundað á manningartrot, tá/um sjómanskatturin er avtikin.
Í øðrum londum t.d. Noreg hava teir hækkað frádráttin til sjómenn, fyri at fáa fólk at manna fiskiflotan, meðan vir her á landi velja at gera júst tað øvugta.
Nær fara landsins politikarar at vísa ágbyrgd fyri sínum gerðum? Hví ikki byrja sparingarnar innan teir politisku karmarnar? Hví ikki avtaka uppsagnarlønina og tær stóru upphæddirnar í koyripengum, sum einans politikarar fáa hendur á, ikki tann vanligi borgarin ? Og tær ymisku pensjónirnar sum eru arvaligar ??
Eg haldi, at tann vanligi skattgjaldarin bløðir nokk og meir enn nokk eisini. Ein møguleiki er eisini at lækka tingmannalønina. Sagt við øðrum orðum, byrji við tykkum sjálvum fyrst, fái síðani fólkið við. Fólk sum hava sett seg i búgv, hava sjálvandi tikið fyrivarni viðvíkandi rentustuðli. Fyri sjófólk er hædd sjálvandi tikin fyri sjómansskattinum, og tað eru bankarnir, sum seta roknistykkið upp fyri kundarnar. Bankarnir siga nei til lán, um tú ikki hevur ein ávísan uppspardan tøkupening, sum er ætlaður til at breyðføða og klæða familjuna. Nú sær ikki mætari út, enn at grundarlagið fyri einstøku familjuni kann syndrast, nú hestarnir bítast í Tinganesi, tí botnurin í krubbuni sæst.
Nei, byrji við tykkum sjálvum fyrst og vísi føroya fólki, at tað er føroyskur mergur i ryggsoyluni á tykkum.




