Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ung av Logos Hope vitja hóskvøldsmøtið í Betesda

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

Hóskvøldið klokkan 21:00 verður ein hugnalig ungdómscafé í Betesda við ymiskum spæli og samveru, har ungfólk av Logos Hope eisini verða við og fara at framføra ymiskt.

Hósdagin klokkan 18:00 leggur Logos Hope (fyrrv. Norrøna) at bryggju á vestara havnarlag í Klaksvík, har skipið fer at liggja til sunnukvøldið klokkan 23:00, tá ið skipið leggur frá landi aftur og setur kós ímóti Dublin í Írlandi.

Hesar dagarnar verður skipið opið fyri almenninginum hvønn dag frá klokkan 11:00 fyrrapartin til klokkan 23:00 á kvøldi. Sunnudagin verður skipið opið frá klokkan 15:00 til 23:00.

Eitt av tiltøkunum, sum verða á landi í Klaksvík við luttøku frá ungfólki av skipinum, verður í Betesda hóskvøldið klokkan 21:00.

Tað kvøldið verður Betesda karmur um eitt hugnaligt cafékvøld fyri allar ungdómar og onnur áhugað.

Ungdómur av Logos Hope kemur at framføra ymiskt. Umframt tað verður eisini hugnalig café, við køkum og kaffi, hugnaligur tónleikur og so verður eisini møguleiki fyri at tosa við tey frá skipinum.