Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrsti bátafestivalur nærkast

John William Joensen

Leygardagin 2. mai setir Bátafelagið á Toftum Skálafjørðin og serliga Toftir í miðdepilin

Tìðindaskriv frá Bátafelagnum á Toftum:

Nú nærkast fyrsti Bátafestivalur í Føroyum, og munna flest øll her á landi vita, at fyrsta vikuskiftið í mai verður hesin hildin á Toftum.

Bæði her um okkara leiðir eins og kring landið eru menn farnir at gera seg til reiðar at seta hvørjum øðrum stevnu inni í Skálafirði kl. 12.30 henda dag.
Menn eru so smátt farnir at tosa um veður og veðurkort, hetta fyri at vera so væl fyrireikaðir til siglingina inn á Skálafjørðin.

Bátarnir savnast inni í Skálafirði fyri síðan at sigla út á Toftir har komið verður í Oyrahavnina uml. kl. 15:00 Møguleiki verður at fáa landstreym, vatn og annað.

Bátafelagið býður síðani øllum bátsmanningunum vælkomnum við góðum harmonikutónleiki, fyri síðan at bjóða bátsmanningunum til borðs har borðreitt verður við heitari suppu og øðrum góðum í kantinuni hjá Fiskavirking.

Á Festivaløkinum verða hoppiborgir, og tann vælumtókti Rodeotarvurin saman við øðrum til børnini. Eisini kemur Bassi at vitja á økinum við onkrum góðum til børnini.

Í tí stóra teltinum koma um okkara leiðir so kendir tónleikarar sum Sámal Ravnsfjall, Martin Joensen og Hallur Joensen at spæla góðan tónleik. Byrjað verður at spæla kl 16:00.

Hildnir verða fyrilestrar í kantinuni hjá Fiskavirking, har Jens Chr Olsen kemur at greiða fra um Fiskamarknað Føroya og Knud Simonsen kemur at greiða frá um HÚK skipanina.

vit kunna síggja fram til eina vitjan av motorsúklum frá MC-felagnum, bátum frá bjargingarfeløgum og frá Vaktar- og Bjargingartænastuni.

Pylsuvognurin, ið er so forkunnugur um okkara leiðir, hevur opið til langt út á náttina, har tey fara at selja bæði Wapsi og Hotdogs. Eisini verður møguleiki at keypa smyrjibreyð í teltinum.

Okkara nú so kendu kokkar fara at kynda upp undir grillini og fara teir at servera tann vælsmakkandi Festivalbúffin við tí, sum har til hoyrir.

Afturvendandi tiltakið "Mexikanska uppboðsøla" av skemtitekning, sum í ár er merkt av javnstøðurákinum, við øðrum orðum, ein rein kvinnutekning sum kemur undir hamarin.

Um kvøldið er tann altíð vælvitjaði dansurin í teltinum, har Dansiorkestrið spælir til dans. Sum nakað nýtt verður nýggja dansigólvið tikið í nýtslu, so umstøðurnar til ein góðan dans eru til staðar. Hetta tiltakið hevur vanliga savnað fleiri hundrað fòlk og vóna vit, at tað verður tað sama í ár.

Økið til hùsvognar er tøkt soleidis, at hesin bòlkur kann vera við til tiltakið og eru tey hjartaliga vælkomin.

Ringjast kann á tlf. nr. 565010 fyri at fáa meir at vita um pláss og annað.

Fyri at hava trygdina í hásæti vera sammarittarnir hjá Reyða Krossi á økinum við sínum vaktar- og hjálparfólki