Tað er navnframa Torbjørg Hafsteinsdottir, sum kemur at halda skeið og fyrilestur um lívsstíl og heilsu.
Torbjørg bleiv kend í Danmark við provokerandi og nógv lisnu bókini: 10 ár yngri uppá 10 vikur. Hetta var ein bók , sum vakti ans, men eisini fekk nógv at ressast og viðurkenna, at tað ber til at broyta lívsstíl, bert tú lærir ella veitst hvussu.. Eisini í Norra er Torbjørg við at fáa fótafesti og gerast viðurkend.
Í mai verður so høvi hjá føroyingum, at hoyra og læra frá Torbjørg. Á skeiðinum fer hon at greiða frá hvussu ein kann fáa tamarhald á trongdini til søtt og feitt, hvussu likamið ávirkast av ymiskum mati, og ger okkum sjúk og feit. Eisini gevur hon ítøkilig ráð um hvat ein skal eta fyri at fáa betri heilsu, vælveru og snøggari útsjónd. Tey, sum luttaka á skeiðinum, fáa tilfar at arbeiða við og fáa nýggjuastu bókina hjá Torbjørg, sum verður kemur út 1. mai.
Í fyrilestrinum leygarkvøldið verður lagt upp til eitt spennandi og øðrvísi tiltak. Torbjørg Hafsteinsdottir kemur at vísa gongdar leiðir til vitalitet, áhaldni og orku. Hon skal vísa luttakarunum hvussu tað ber til at stevna út um strongd og lívsstílsjúkur. Torbjørg veitir góð ráð um at minka um og útseta rukkur, og hon vísir okkum á, hvussu til ber at fáa ein kropp, ið ein er nøgdur við.
Í mai kemur nýggj bók hjá Torbjørg út, og longu nú spáa tey sum virka á heilsuøkinum, at bókin verður ein succes.
Tað er felagið LIVA, sum hevur boðið Torbjørg Hafsteinsdottir til Føroyar. Tað var eisini LIVA, ið skipaði fyri stóra vælverutiltakinum í Klaksvík 14. februar.
Eins og í okkara grannalondum, síggja og uppliva vit her í Føroyum avleiðingarnar av lívsstílssjúkum. Talið av krabbatilburðum, hjarta og æðrasjúkum, stoffskiftssjúkum o.ø. økist alsamt. Besta boð uppá, at verja seg í móti, at alt hetta tekur ovurhon er, at kunna og seta seg inn í hvussu til ber at snúgva sær undan sjúkum, m.a. við at liva eitt heilsubetri lív.
Tiltakið verður á Hotel Føroyum 15. og 16. mai.




