Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steðgið asfalts-ørskapinum!

John William Joensen

Nú fíggjarkreppan dregur upp í seg um allan heim, og hall føroyska landskassans er vorðið hálva milliard, sum skal lánast og bert fæst til láns við dýrum treytum, heldur stóri meirlutin av gráa harkaliðnum við Tinghúsvegin á við at samtykkja eina ørvitisverkætlan fyri og aðra eftir.

Seinasta bragdið eru tunlarnir norður um fjall.

Sum fíggjarútlitini eru yvirhøvur, er tað reinur ørskapur at fara undir hetta asfaltsprojektið, samstundis sum gomul fólk liggja óhjálpin við blæu heil vikuskifti, og sosialu veitingarnar eru verri enn samsvarandi veitingar í grannalondunum. Sum skilst skal verkætlanin m.a. fíggjast við at lata gomul fólk gjalda størri part av neyðugum heilivági.

Umframt tað kann verða víst á, at vit t.d. á skúlabókaøkinum eru afturúrsigld, so at alt yngri og yngri skúlanæmingar sita við donskum tilfari í flest øllum lærugreinum.

Og føroyskt mál er undir so stórum trýsti, at mong eru farin at ivast í, um tað yvirhøvur hórar undan. Ongar játtanir eru til at styrkja føroysku málnevndina, til at týða fjølmiðlatilfar og annað tilfar til móðurmálið, til orðabókagerð, til fagrar listir yvirhøvur.

Og virksemið á søguvísindadeildini, sum er einasta stað í heimi, ið tekur sær av at granska søgu okkara, er skert inn at beini.

At asfaltsheilarnir í Rættarnevndini kundu havt áneyðir á einum skeiði í Føroya søgu, er avgerð teirra í tingmáli nr.112/2008 gott dømi um:

Rættarnevndin hevði tríggjar loysnir at velja ímillum, tann bíligasta kostar 252 milliónir, tann dýrasta 316 milliónir. Meirlutin valdi ta dýrastu loysnina.

Hon hevur við sær, at tunnilsmunnin Klaksvíkarmegin fer inn nett á tí staði, har ið størstu vanlukkur á landi í túsund ára søgu Føroya eru hendar – skalvalopini oman yvir Gerðabø, sum kravdu 25 mannalív. Hvat siga ábyrgdarmenn, tá ið tveir bussar fullir av ferðafólki liggja sorlaðir undir skalvi t.d. grækarismessudag í 2045 ella 2065?

Menninir, ið áttu at fingið álagt at farið á skeið á eini endurreistari søguvísindadeild, sum væl hevði klárað seg við t.d. tveimum milliónum í 2009, eru Alfred Olsen úr Sambandsflokkinum, Gerhard Lognberg og Mikkjal Sørensen úr Javnaðarflokkinum, Poul Michelsen og Anfinn Kalsberg úr Fólkaflokkinum og Heini O. Heinesen úr Tjóðveldi.

Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi var so skilagóð, at hon valdi eina fjórðu loysn: Hon mælti til, ”at Løgtingið sum skjótast fær møguleikan at viðgera eina langtíðarraðfesting av landsins íløgum, soleiðis at tryggjast kann, at íløgurnar, sum gjørdar verða, skapa veruligt arbeiði kring landið og harvið fyribyrgja arbeiðsloysi og fólkafráflyting.”

Hetta er júst kjarni málsins:

Vil løgtingið skapa trivnað eystan Múla, gerið so íløgur á Viðareiði, í Hvannasundi, í Norðdepli, á Norðtoftum, í Árnafirði, ja, vit kunnu taka Fugloynna og Svínoynna við. Gerið íløgur í arbeiðsskapandi tiltøk – t.d. 20 milliónir hvørt staðið. Tað hevði kostað 140 milliónir, sum eru 112 milliónir bíligari enn bíligasta tunnilsloysnin og 176 milliónir bíligari enn dýrasta loysnin, sum løgtingið hevur samtykt. Skapið arbeiðspláss, har ið fólk búgva, heldur enn at leggja alt landið undir asfalt, so fólk mugu trilla á fýra hjólum allan sólarringin. Tá høvdu vit eisini sloppið undan dálking av bilroyki, ampa av ferðsluvanlukkum, har ið fólk missa lív ella fáa varandi mein, og so hevði tað gagnað fólkaheilsuni, við tað at færri fingu t.d. sukursjúku á miðjum aldri.

Ein onnur avleiðing av vali meirlutans í Rættarnevndini verður uttan iva, at Klaksvíkin, sum so skaldsliga varð rópt Norðoya móðir, nú endar sum ein blindgørn í Norðoyggjum. Hugsa vit okkum virksemi norðan fjall, sum hevur við sær útflutning, so verður við hesi vegaføring lættari at flyta vøruna undir Leirvíksfjørð, og eftir liggur Klaksvíkin við síni ovurhonds dýru góðshavn í Ánunum. Verður gongdin henda, er heldur ikki ilt at ímynda sær, at bygdirnar eystan Múla í kommunumálum leggja saman við eina væl virkandi Eysturkommunu heldur enn við skuldartyngdu Klaksvíkar kommunu. Ein loysn, sum í allar mátar annars tykist órímilig.

Løgtingið hevur við hesi samtykt gjørt eitt av sínum óteljandi mistøkum.

Í dag fara íslendingar á val. Tað fara teir, tí fólkið stóð saman, fór út á gøturnar við pottum og pannum og glintaði og bardi mafiuna út úr landsins lóggevandi tingi.

Nú man vera tíð hjá føroyingum at gera uppreistur móti okkara asfaltsmafiu.

Nú er nokk brúkt til kleiggjuta, stinkandi jarðbikið. Nú skulu politikarar veljast, sum arbeiða fyri sosialum ábótum, útbúgving, mentan og gransking – fyri veruligum trivnaði.

Á flaggdegnum 2009

Árni Dahl

E.s. Kemur onkur søguleysur afturumaftur við fávitskuta møsninum um, at nú hevði verið gott at havt blokkin at dúva uppá, kann eg frammanundan minna á, at fyri minni enn tjúgu árum síðani fóru Føroyar logandi á heysin við úti við eini milliard um árið í stuðulsveiting úr Danmørk