Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgtingslimir orkaðu ikki meira

John William Joensen

Nú kl. 23:33 noyddist formaðurin at enda orðaskiftið í løgtinginum, tí tinglimir orkaðu ikki meira.

Løgtingsfundurin byrjaði kl. 11 í morgun og á skránni vóru 19 punkt.

Men tá klokkan var farin at ganga til miðnátt noyddist formaðurin sambært tingskipanini at biðja tingið um loyvi til at halda fram við fundinum.

Men áhugin fyri at halda fram var ikki stórur tí ov fá tingfólk vóru eftir í salinum til at hava eina atkvøðugreiðslu.

Millum tingmálini sum vóru tikin av skránni var svar av skrivligum fyrispurningi hjá Høgna Hoydal, viðvíkjandi bygnaðarbroytingunum hjá Føroysku løgregluni.

Sostatt var einki orðaskiftið í kvøld um politiið og óvist er nær málið kemur áftur á skránna hjá tinginum.