Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj Fótklinikk í Fuglafirði

John William Joensen

Tað er Brynhild Hansen sum eftir lokna útbúgving frá Fótterapeutskúlanum í Randers sum statsgóðkendur fótterapeutur ið er heimafturkomin og hevur bygt sær eina nýggja fótklinikk sum er nútímans útgjørd og handikappavinarlig.

Hugsa hevur eisini verði um tey rørslutarnaðu, tí tað er væl atkomuligt og rúmligt er eisini inni.

Brynhild hevur áður starvast í fiskivinnuni útvið 20 ár. Tað var eitt stórt stig at taka, tað at fara í skúla aftur eftir so mong ár.
Hon byrjaði við at taka FHS 2006 fór síðan beinleiðis niður á skúla.

Hugskotið til at fara niður at skúla seg sum fótterapeut var, at Brynhild sá, at stórur tørvur var á hesum, við tað at ein stórur partur av teimum sum hava diabetes fara til høvuðsstaðin at fáa tann tørvin nøktaðan.

Sum flestu kunnugt hava diabetikarar rætt til 6 viðgerðir um árið, og er tað við tí fyri eyga, at fyribyrgja/ uppfylgja teimum seinkomplikatiónir ið kunnu standast av hesi sjúku. Tað verða tí gjørdar fysiologiskar og neurologiskar kanningar eina ferð um árið.

Tað sum stórur dentur verður lagdur á, frá skúlanum eru hesi, at viðgera, vegleiða og ráðgeva fólkum, ið hava: Diabetes, Gikt, Psoriasis, Trupulleikar við neglum, Tørv á innleggum.

Ein fótaviðgerð byrjar við einum fótabað síðan verða negl og húð eftirhugdar, neglirnar kliptar og um neyðugt burturbeina harða húð og líktorn, enda verður so við einari lættari mýking við kremi.

Møguleiki er at ogna sær krem til eins aktuella tørv.
Eisini eru gávukort at fáa, um tú hevur hug at gleða onkran við tí.

So til øll tykkum, ið kundu hugsa sær at fingið føturnar eftirhugdar og gjørdar ella ogna sær gávukort at gleða ein annan við, er møguleiki at bíleggja sær tíð hjá Eysturoyar fótterapi v/Brynhild Hansen á tlf.504060 – Rossagerði 17 í Fuglafirði

Hvar er so Eyturoyar Fótterapi at finna ?

Við fyrstu avkoyring til høgru, frá landsvegnum við komu til Fuglafjarðar, áðrenn brúnna um gjógvará.