Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rø(v)ðarar á tingið

John William Joensen

Summir tinglimir høvdu verið populerari um teir ikki talaðu so ofta

Nú tinglimir eru farnir undir eitt sokallað “maraton-orðaskifti” í løgtinginum er ymskt hvussu ymisku røðurnar eydnast.

Summar eru væl fyrireikaðar – meðan aðrar spontanar og ofta einkisigandi.

Tað sum summir talarar vantað í dýpdini – hava teir í longdini, segði ein klaksvíkingur sum sipaði til røðurnar í løgtinginum.

Hesin beinrakti klaksvíkingurin legði afturat…… at summir talarar høvdu verið populerari um teir ikki talaðu so ofta!!!!!

Tvey orð í skriftini um talur:
Orðt. 12,18 Mong tala orð, ið stinga sum svørð, men tunga hinna vísu er heilsubót.

Orðt. 17,7 Ikki sømir dáranum at tala stór orð, og enn minni hinum háborna at tala lygn.

Jú – tinglimir hava ikki altíð rætt – men teir ivast ongantíð! –

jwj