Leygardagin luttóku eini hálvtfjórðhundrað fólk úr øllum landinum á dansistevnu í Badmintonhøllini í Klaksvík
Byrjað var við morgunmæti í Skálanum og beint fyri middag setti varaborgarstjórin, Jógvan Skorheim, stevnuna.
Síðani skipaðu tey átta dansifeløgini fyri dansiundirvísing og kl. 16:30 var stór framsýning í høllini har nógv fólk vitjaðu,
Dansistevnan endaði við veitslu um kvøldið og tá farið var frá borðinum spældi Hallur Joensen upp til dans.
Tey luttakandi feløgini vóru:
Dansifrøði
Fragdin í Hósvík
Dansistovugaman úr Suðuroynni
Dansigalman úr Sandoy
Limedans av Oyrabakk
Limedans úr Hvaldba
Ein dansibólkur v/Anna Kirsten Thomsen úr Suðuroynni,
Dansibólkur við livandi tónleiki hjá Sharon Weise úr Havn
Dansihugni úr Klaksvík var vertur
Sí myndir sum Dávur Winther hevur tikið




