Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stýrið fyri Atlantis sagt seg frá

Oliver Joensen

Orsøkin er at Stýrið ikki sær seg ført fyri at reka húsið eftir at játtanin er skjerd við 100.000 krónum afturat teim 50.000, sum frammanundan eru tiknar frá Atlantis.

Klaksvíkar Kommuna
Att: Gunnvá við Keldu, borgarstjóri
700 Klaksvík

Klaksvík 30.04.2009

Undirritaðu stýrislimir fyri Grunnin Mentanarhúsið Atlantis hava í dag á fundi tikið avgerð um at siga okkum frá sum stýrislimir frá 1. mai 2009 at rokna.

Henda avgerð er tikin, eftir at býráðið á fundi hin 29. apríl 2009 gjørdi av at skerja játtanina til grunnin í inniverandi ári við kr. 100.000,-.

Stýrið hevur í samband við viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2009 gjørt vart við, at ikki bar til at skerja játtanina til Atlantis við meira enn kr. 50.000,-. Hetta bleiv eisini gjørt, tá játtanin fyri 2009 varð minkað við kr. 50.000,-.

Avgerðin hjá býráðnum, um nú aftur at minka játtanina við kr. 100.000,- í samband við endurskoðaðu fíggjarætlanina hjá Klaksvíkar Kommunu, hevur við sær, at stýrislimirnir staðfesta, at tað ikki er møguligt at hava ein framhaldandi rakstur av stovninum.

Tá Klaksvíkar Kommuna hevur eina aðra fatan av støðuni enn undirritaðu stýrislimir, so lata vit tað upp í hendurnar á kommununi sjálvari at gjøgnumføra sínar ætlanir.

Vinarliga

Nikolina Olsen, forkvinna Súsanna Olsen Fróði Løkságarð