Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Okkara tími er komin

Oliver Joensen

Sigur Edmund Joensen í hesi politisku viðmerking síni um ES spurningin.

Eru Føroyar ein avbyrgd
lokalpolitisk planet?

Meðan Ísland sigur EFTA farvæl og stevnir beinleiðis móti ES-limaskapi, berjast vit í Føroyum um dýrar tunlar og nevndarsessir í almennum partafeløgum. Føroyski Europapolitikkurin hevur framvegis ikki flutt seg rætta vegin. Nú má løgmaður traðka í karakter og taka á seg at samráðast við ES-nevndina vegna Føroyar

Okkara timi er komin!

Soleiðis segði íslendski forsætisráðharrin, Jóhanna Sigurðardóttir, tá hon og flokkur hennara herfyri komu úr íslendska tjóðartingsvalinum sum vinnarar.

Stutt eftir boðaði hon frá, at Ísland hevur kós móti ES-limaskapi, ið skal gerast veruleiki skjótast gjørligt.

Hetta er greið tala. Nú er bert ein spurningur um tíð, til Ísland er limur í Europasamveldinum.

Financial Times skrivaði longu í november í fjør, at íslendska uttanríkisráðið hevur liggjandi eitt útkast til, hvussu Ísland kann søkja um ES-limaskap longu í ár. Útkastið skal nú gerast til eina umsókn, ið skal brúkast.

ES-nevndin hevur longu frammanundan sagt, at limaskapsumsóknin hjá Íslandi skal avgreiðast skjótt.

Víðfevnandi avleiðingar at Ísland fer upp í ES
Hvørjar avleiðingarnar verða fyri Føroyar, um Ísland gerst limur? Tað er mest umráðandi spurningurin júst nú.

Her er ein røð av avleiðingum:
• Kappingarførið hjá føroysku vinnuni viknar munandi – á øllum økjum Hoyvíkssáttmálin, og harvið lagaligir handilsmøguleikar við Ísland, fellur helst burtur
• EFTA viknar munandi meira, tí bert Noreg, Liechtenstein og Schweiz standa eftir
• Besti “vinurin” hjá Føroyum í EFTA hvørvur
• Fyri Føroyar gerst EFTA fullkomiliga óáhugavert, tí størsti kappingarneytin er farin upp í ES og fær fría atgongd til marknaðin umframt aðrar møguleikar
• Tankin um eina fiskivinnu-samgongu millum Ísland, Noreg og Føroyar, ið Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin hava talað fyri, gerst óhugsandi
• Áhugin at gera íløgur í Íslandi økist, tí landið er við í ES og hevur at kalla óavmarkaðar ikki-dálkandi orkumøguleikar
• Við at lata upp fyri Europa fær Ísland møguleika at koma upp á fíggjarligu tindarnar
Saman um tikið fær tað víðfevndar avleiðingar fyri Føroyar og føroyska vinnu, at Ísland um stutta tíð gerst ES-land.

Øll vanliga hugsandi fólk duga at síggja, at vit í Føroyum fáa stórar trupulleikar tann dagin, Ísland stendur innan fyri Europasamveldið, og vit standa uttanfyri. Tann dagurin nærkast.

Hvørjari planet búgva vit á?
Hetta áttu at verið stórtíðindi í Føroyum, men enn er ongin politisk reaktión komin úr okkara sonevnda uttanríkisráði.

Sagt greiðari: meðan størsti kappingarneyti okkara á fiskivinnuøkinum er á veg inn í Europasamveldið, brúka vit tíðina til at klóra í egnum nalva.

Í samgonguni er orkan farin til at keglast um, hvør skal velja og hvør skal vera nevndarformaður í einum almennum flogfelag.

Í uttanríkisráðnum ganga tey høgt upp í at ferðast og leggja stovnar inn undir sínar veingir á ivasaman hátt.

Í Løgtinginum er togtogan um, hvussu linjuføringin til nýggjar, dýrar tunnlar skal vera. Tunlar, sum landið í løtuni als ikki hevur ráð til.

Her er okkurt spinnandi galið! Yvirskipaða perspektivið er burtur. Tað tykist, sum okkara politikarar búgva á onkrari lokalpolitiskari planet uttan vinnupolitiskar avbjóðingar, uttan nakra altjóða dimensjón og uttan nakað samband við hóttandi heimsfevnandi kreppuna.

Løgmaður má taka yvir
Í løtuni kannar ein serfrøðingabólkur, hvørjir møguleikar eru hjá Føroyum at gerast partur av ES.

Sagt er, at hesin bólkur verður liðugur við sítt arbeiði í august. Hetta eigur at vera absolut seinasta freist hjá bólkinum at leggja fram úrslitið av sínum kanningum.

Beint eftir, at bólkurin er liðugur, má Landsstýrið fara í samráðingar við ES-nevndina um sama spurning: at vinna Føroyum eitt pláss í ES.

Føroyar eiga at brúka kontaktir og goodwill hjá Danmark, tá vit leggja til brots. Vit kunnu hóskandi hyggja at skipanini hjá Álandi sum atlandi og síðuleypandi fylgja samráðingunum hjá Íslandi fyri at ávirka samráðingargongdina, serliga innan fiskivinnuøkið.

Hetta mál hevur so stóran týdning fyri okkara land og fólk, at løgmaður sjálvur eigur at standa á odda fyri ES-samráðingunum.

Edmund Joensen
løgtings- og fólkatingsmaður

Harleywoodpaint