Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fútin er fullkomuliga ábyrgdarleysur

Oliver Joensen

Klokkan hálvgum fýra í nátt varð ringt á politistøðina um ein mann, ið lá avdottin niðanfyri Føroya Banka ( Til politiið og fútan:tað er á Fornagrørðum).

Svarið, sum var givið á politistøðini var, at teir høvdu ongan bil tøkan.
Lukkutíð fylgdu fólkini við ólukkudýrinum og kundu skamma stund steinni staðfesta at maðurin megnaði at reisa seg aftur.
Tað er fullkomuliga burturvið at borgarar ikki fáa hjáp til slíkar støður. Tá tað ferð eftir ferð er prógvað at nyttuleyst er at ringja til politiið, so eiga vit at fáa aðra vegleiðing um hvat vit sum borgarar skulu gera, tá illa stendur til, ella tá ið um lív ræður.
Tað er í hvussu so er fleiri ferðir konstaterað, at eftir kl. 16 á degi  kanst tú gott spara tær at ringja til politiið, um tú býrt í Norðoyggjum.
Vit mugu staðfesta, at ovastin fyri politinum í Føroyum hevur víst ábyrgdarloysi, ið átti at fingið fylgjur.