Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Annika Olsen biðjur nú um fund við danska innanríkisráðharran um løgregluna í Føroyum

John William Joensen

Í tinginum í gjár vísti Annika Olsen, at hon ikki longur góðtekur framferðarháttin hjá donsku myndugleikunum viðvíkjandi broytingum sum eru framdar í løgregluni í Føroyum og hon gjørdi greit at málið nú verður tikið upp á politiskum stigið. Landsstýrið krevur nú samráðingar og avgerðarrætt

Í løgtinginum í gjár segði Annika Olsen m.a.:

– At hon nú hevur biðið um fund við danska løgmálaráðharran, Brian Mikkelsen, sum helst verður seinnu helvt av mai.

– At hon góðtekur ikki, at broytingarnar eru ella verða settar í verk uttan at føroyskir myndugleikar eru hoyrdir og hava ávirkan og avgrerðarætt.

– At Fútin nú hevur játtað at kunna allar løgtingslimir um málið tann 25. mai 2009.

– At málið ikki er liðugt og avgreitt.

Endiliga vakna føroyskir myndugleikar.

Tað er at fegnast um at føroyskir myndugleikar vakna í hesum málinum, men tað hevur tikið drúgva tíð, og var tað ikki fyri áhaldandi fyrispurningum frá einstøkum løgtingslimum – so vóru broytingarnar settar í verk uttan nakra sum helst viðgerð í Føroyum.

Fyrispurningar hava verið reistir av løgtingslimunum Karsten Hansen, Bjørn Kalsø og Høgna Hoydal – og harafturat hevur Høgni Hoydal eisini havt fyrispurningar um málið í fólkatinginum.

Eftir drúgva skriving her í Norðlýsinum og fyrispurningar í løgtinginum og á Fólkatingið hevur fútin nakrar fáar ferðir verið og kunnað landsstýriskvinnuna – men kunningin hevur als ikki verið nøktandi og fríggjardagin kunnaði fútin landsstýriskvinnuna um at nú vóru bygnaðarbroytingarnar settar í verk í Føroyum????

Málið eigur at fáa avleiðingar
fyri politileiðsluna í Føroyum

Danski politireformurin hevur tikið drúgva tíð og allir partar, sum eru innblandaðir, hava verið inni í myndini og sagt sína hugsan um framtíðar bygnaðin hjá donsku løgregluni.

Donsku kommunurnar hava allar havt málið til viðgerðar og hóast full semja ongantíð varð funnin í málinum – so var tilgongdin til bygnaðarbroytingarnar sera drúgv og umfatandi.

Men í Føroyum hevur Fútin sjálvur saman við tveimum ella trimum leiðandi politistum í Føroyum – í loyndum sitið og gjørt ein nýggjan bygnað fyri politiið í Føroyum.

Sýslumenn – við lokalum kunnleika – hava als ikki verið spurdir og politistar, sum hava sterkar meiningar um málið – hava ikki torað at sagt sína hugsan – tí teir eru bangnir fyri avleiðingum hetta kann fáa fyri yrkisleið teirra í føroysku løgregluni.

Eingin føroyskur myndugleiki er hoyrdur í málinum og føroysku kommunurnar er als ikki spurgdar.

Hóast málið er danskt málsøkið – so er eingin ivi um at danskir myndugleikar hava skyldu til at somu rættindi eru galdandi fyri føroyingar sum fyri borgarar í øðrum parti av ríkinum – og at borgarar í føroyum verða hoyrdir –  tá grundleggjandi avgerðir verða tiknar, sum t.d. politimál og trygdin hjá býum, bygdum og borgarum kring um í landinum.

Málið um bygnaðarbroytingarnar í føroysku løgrelguni hevur skatt álitið millum føroyskar myndugleikar og ovastu leiðsluna fyri politiið í Føroyum og tí er púra greitt at málið eigur at fáa avgleiðingar fyri ovastu politileiðsluna í Føroyum.

Arreganta framferðin hjá Fútanum og ovastu politileiðsuni í Havn eigur ikki at verða told.

At føroyskir myndugleikar nú vaknað í tólvta tíma er sum sagt løgtingslimum og Fólkatingslimi fyri at takka!

Hinvegin er lítil ivi um at tann sum eigur at kenna seg svíktan í hesum málinum er landsstýriskvinnan í Innlendismálum, sum í veruleikanum hevur virka sum ein kunningarleiðari ella miðlafólk hjá Fútanum í løgtinginum.

Í fyrstu atløgu eigur fokus nú at verða setta á ætlaðu bygnaðarbroytingarnar og hvussu vit innrætta tilbúgvingina í samsvar við trygdina hjá øllum borgarum í landinum.

Umráðandi er at hetta mál nú ikki verður druknað í tosið um eina møguliga yvirtøku av løgregluni – tí tað kjakið kunnu vit taka upp tá tað kemur fyri.

Fyri borgaran er umráðandi at politiið er væl skipað og kann veita eina skjóta og trygga tænastu – líkamikið um politisturin er danskur ella føroyskur.

Harleyfacadeacryl