Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fútin á fund við allar løgtingslimirnar

John William Joensen

Á tingfundinum í gjár kunnaði Annika Olsen um at fútin nú ynskti ein fund við allar løgtingslimirnar tann 25. mai.

Eftir áhaldandi skriving og fyrispurningar í løgtingum hevur Fútin nú broytt kós og ynskir at sleppa á tal við løgtingslimirnar.

Annika Olsen, landsstýriskvinna, kunnað løgtingið í gjár um at Fútin ynskti at kunna løgtingslimir um bygnaðarbroytingarnar á einum fundi sum eftir ætlan skal verða tann 25. mai.

Men spurningurin er um tað er rætt hjá løgtingslimum at fara á ein fund við fútan eftir at allar avgerðir um bygnaðarbroytingarnar í føroysku løgregluni eru tiknar og settar í verk.

Hvørki kommunur ella aðrir føroyskir myndugleikar sum hava við tilbúgving at gerða hava verið inni í viðgerðini av bygnaðarbroytingunum, sum Fútin av sínum eintingum hevur sett í verk í Føroyum.

Tí er tað sera løgið at Fútin nú skal á tal við løgtingslimir?

Hvat er endamálið við fundinum tá fútin og ovasta politileiðslan hava gjørt greitt at føroyingar als onga ávirkan hava á framdu broytingarnar og at politistar í føroyum og Sýslumennirnir heldur ikki hava havt møguleikan at siga sína hugsa??