Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kringvarpið leingir um orðaskiftið á løgtingið

John William Joensen

Røðurnar í løgtinginum eru longdar einar 200 tímar um árið – síðani sjónvarpið byrjaði at vísa orðaskiftið beinleiðis.

Føroya Løgting hevur eina sera góða og upplýsandi heimasíðu www.logting.fo og síðani tingið bleiv digitalisera hevur almenningurin eisini gjøgnum heimasíðuna hjá løgtinginum fingið eina framúr góða tænastu.

Til ber beinleiðs at lurta eftir orðaskiftinum og í "gerðabókini" ber til at leita eftir málum, sum hava verið fyri í løgtinginum og enntá lurtað eftir orðaskiftinum, sum var í samband við málið.

Men fyri góðum árið síðan fekk løgtingið nýggja heimasíðu og skiftið hevur ikki gingið so lætt sum ein kundi vóna. M.a. er ikki longur møguligt at leita eftir ljóðfílum við orðskiftinum í samband við einstøku málini.

Í danska fólkatinginum verður alt orðaskiftið niðurskrivað men so er ikki í løgtinginum.

Einki av tí sum verður sagt í løgtingum verður skrivað niður og hetta hóast tingið hevur samtykt eina lóg um at fáa orðaskiftið fest á blað.

Vantandi játtan.
Hergeir Nielsen, løgtingsformaður sigur at løgtingið í samband við samskifti er betur fyri enn parlamentini í hinum norðanlondum.

– Mær er upplýst at Føroya Løgting er einasta parlamenti um okkara leiðari har møguleiki er um alnótina – at hoyra orðaskiftið, sum hevur verið í samband við ymisku málini.

– Skipanin virkar sera væl, men trupuleikin er at vit í løtuni eru skerdir peningaliga og tí hava vit ikki pening at fáa alt at virka sum ynskiligt er.

– Í løtuni verður alt orðaskiftið bandað uppá gamlan máta við einum stórum spolabandi í kjallaranum í tinghúsinum.

– Í løtuni verður arbeitt við at fáa skipanina við ljóðfílum á alnetinum at virka aftur og sum skilst verður tað arbeiði liðugt um korta tíð.

– Løgtingið hevur samtykt at fáa orðskiftið niðurskrivað og í dag er møguligt at fáa teldur sum gera hetta automatiskt. Men her eru eingir pengar í løtuni og tí verður orðaskiftið í løgtinginum ikki niðurskrivað og tað er spell.

Løgtingslimir tosað meira
Kringvarpið sendir orðaskiftið í løgtinginum beinleiðis og hendan tænastan virkar sera væl og tað eru nógv fólk kring um landið sum brúka hesa tænastu.

Men sambært løgtingsskrivstovuni brúka tinglimir nú munandi meira tíð á røðarapallinum – nú orðaskiftið verður sjónvarpað.

Sambært eini uppgerð hjá løgtingsskrivstovuni brúktu tinglimir vanligar einar 250 til 400 tímar um árið á løgtingsins røðarapallið – áðrenn Kringvarpið fór undir at sjónvarpa orðaskiftini. Í dag brúka tinglimir millum 500 og 600 tímar um árið á røðarapallinum – og so er spurningurin um tað er gott ella ringt!