Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kringvarpsstjórin í hørðum uppgangi

Oliver Joensen

…vit góðtaka ikki at stovnsins og harvið okkara trúðvirði verður skatt við vælsignilsi frá sjálvum stjóranum. Orsøkin er at Allan Dalsgarð, miðlaleiðari er vorðin nevndarlimur í Sendistovuni…

Mótmæli

Við hesum vilja starvsfólkini á tíðindaredaksjónini í sjónvarpinum í Kringvarpi Føroya gera vart við, at vit ikki góðtaka, at stovnsins og harvið okkara trúðvirði verður skatt við góðkenning og almennum vælsignilsi frá sjálvum stjóranum.
Her verður ítøkiliga sipað til góðkenningina av, at Allan Dalsgarð, miðlaleiðari, hevur tikið sæti í nevndini í privata felagnum Sendistovuni.
Starvsfólk í Kringvarpinum eiga sum meginreglu ikki at hava sæti í nøkrum nevndum uttan í nevndum, ið hava beinleiðis við fakið at gera, sum til dømis í fakfeløgum, har viðkomandi starvsfólk sjálv eru limir. At Kringvarpið er kundi hjá Sendistovuni, og at Allan Dalsgarð enntá er leiðari á deildini, sum varðar av hesum kundaviðurskiftum, ger bara støðuna enn meira høpisleysa.
Stjórin hevur, sambært Dimmalætting sagt, at hon onki skeivt heldur vera í, at Allan Dalsgarð er vorðin nevndarlimur í Sendistovuni. Hinvegin heldur hon, at tað er fínt, at hann á henda hátt kann fáa íblástur aðrastaðir frá. At enda argumenterar hon við, at hon hevur so mikið álit á professionalismuni hjá starvsfólkunum, at talan ikki verður um nakra favorisering.
Við hesum má staðfestast, at øll óskrivað mørk fyri, hvat kringvarpsfólk kunnu loyva sær, nú eru burtur. Sæð frá leiðslunar sjónarhorni. Vit ganga út frá, at stjórin eisini hevur álit á programmfólkunum, soleiðis at hesi ikki fara at favorisera nakað ella nakran, um onkur til dømis ger av at stilla upp til løgtingsval fyri ein politiskan flokk ella taka sæti í nevndum hjá vinnufyritøkum.
Trupulleikin er bara, at sjálvt um leiðslan ikki virðir hugtøkini trúvirði og fakligan integritet, so eru programmfólkini bundin av fjølmiðlaábyrgdarlógini og tilhoyrandi leiðreglum fyri góðum fjølmiðlasiði.
Eftir hesum leiðreglum kunnu vit ikki tilvitað seta trúvirði og integritet til síðis. Og vit kunnu heldur ikki góðtaka, at onnur á stovninum gera tað. Tí, góðtaka vit tað, verða vit samsek. Vit hava hinvegin skyldu til av øllum alvi at royna at verja okkara trúvirði og integritet – og tískil okkara arbeiðspláss.
Við hesum heita vit á kringvarpsstjóran um í stundini at áleggja miðlaleiðaranum at fara úr nevndini á Sendistovuni.
Samstundis eigur leiðslan at seta í gongd arbeiði við at orða ein politikk á hesum økinum, so vit í framtíðini sleppa undan at koma í slíkar støður aftur.

Starvsfólkini á tíðindaredaksjónini í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya