Í sambandi við at 70 ungdómar frá Alterna bíbliueftirskúlanum á Mariager, Jyllandi, koma at vitja Norðoyggjar, verður stórt tiltak í Vágstúni leygarkvøldið 16. mai kl. 20.00.
Í sambandi við at 70 ungdómar frá Alterna bíbliueftirskúlanum á Mariager, Jyllandi, koma at vitja Norðoyggjar, verður stórt tiltak í Vágstúni leygarkvøldið 16. mai kl. 20.00. Har verður drama, tónleikur og annað áhugavert. Fleiri føroyingar ganga og hava gingið á hesum skúlanum. Tey eru skúlaði til at boða evangeliið uppá ein øðrvísi máta, enn vit vanliga kenna til.
Fyrireikararnir siga, at øll eru hjartaliga vælkomin.




