Í løtuni luttaka føroyskir, norskir og íslendskir myndugleikar í eini venjing har leitað verður eftir einum flogfarið sum er dottið niður norðanfyri
Fyri løtu síðan ringdi manning av línibáti til Norðlýsið tí teir hoyrdu á VHF-inum at leitað var eftir einum flúgvara sum skuldi verða farin í havið norðanfyri.
Vit ringdu til MRCC og fingu at vita at talan var um eina venjing.
Teir váttaðu samstundis at einkið hevði verið kunna alment um hesa venjing – men høvdu annars ikki stundir til at greiða nærri frá – tí teir í løtuni vóru upptikinir av venjingini.
Sostatt kann staðfestast at eingin vanlukka er hend norðanfyri – men at føroyskir, íslendskir og Norskir myndugleikar hava eina samskipaða bjargingarroynd.




