Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fara at handa borgarstjóranum mótmælisskriv við undirskriftum fríggjadagin

John William Joensen

Solby Eliasen, sigur at fríggjadagin fara foreldur at børnum í frítíðarskúlanum “Sodnhúsið” at handað borgarstjóranum undirskriftir og mótmæli

– Vit hava handað mótmæli til forkvinnuna í sosialu nevnd hjá Klaksvíkar Býráð og nevndin sum fundast í løtuni fer vónandi at viðgerða áheitanina frá okkum.

– Fríggjadagin fara vit at handað borgarstjóranum bræv við undirskriftum og so mugu vit bara vóna at býráðslimir eru at sær komnir og lurtað eftir tí sum vit hava at siga.

Skilja ikki raðfestingarnar hjá býráðnum
Í brævinum til býráði skriva foreldur at verandi og komandi børnum í frítíðarskúlanum, Sornhúsið, at avgerðin at flyta frítíðarskúlan er ikki nóg væl umhugsað, og ilt er at fáa eyga á sparingina

Harafturat ørkymlar tað foreldrini enn meiri, at talan er um eina fyribilsloysn og tey seta stórt spurnartekin við trygdina hjá børnum, tá tey skulu ganga frá skúla til frítíðarskúla eftir Klaksvíksvegnum, har mest ferðsla er í býnum. Harafturat skal havast í huga, at flestu børn hava eitt hvørt frítíðarítriv, sum er í nærumhvørvinum, har Sornhúsið nú húsast, skrivað foreldrini m.a. í brævinum.

Foreldrini skilja als ikki, at stovnsleiðarar og tey sum foreldur ikki eru tikin við upp á ráð. Eisini tá hugsað verður um, at tað eru ymiskir aldursbólkar, sum upp á ymiskar fortreytir eftir ætlan koma at húsast undir somu lon.
Í brævinum verður eisini sagt at um talan er um fíggjarligar sparingar, so verður spurt, um myndugleikarnir hava tikið hædd fyri møguleikanum at hækka mánaðargjaldið og/ella lækka húsaleiguna í Bøgøtu, áðrenn avgerðin varð tikin?
Tey sum hava undirskrivað brævið heita inniliga á politiska og umsitingarliga myndugleikan um at endurskoða avgerðina, sum er tikin, soleiðis at børnini kunnu húsast í tryggu og vælvirkandi karmunum í Sornhúsinum í Bøgøtu