Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Forvitnisligar og hugtakandi framsýningar

John William Joensen

Dýrabiðidag hevði “Frítíðarundirvísingin”, sum Klaksvíkar Kommuna yvirtók fyrisitingina av fyri góðum ári síðani, framsýningar sínar av handaligum arbeiði.

Eins og undanfarin ár vóru framsýningarnar skipaðar í triðnum. Kvøldskúlin hevði framsýning í fimleikarhøllunum, meðan Listaskúlin, sum vanliga hevur sýnt fram í Ósáskúlanum, nú av givnum grundum mátti nýta Gomlu fimleikarhøll. Føroya Handarbeiðsskúli hevði sína egnu framsýning í Handarbeiðsskúlanum á Heygavegi, men lutvíst eisini í fimleikarhøllunum.

Dagurin var hendingaríkur í mangar mátar, og veðrið lagaði seg sum heild. Fitt av fólki var í gøtunum, og mong vóru tey, ið tí eisini leitaðu sær til allar tríggjar framsýningarnar, har føroysk mentan enn einaferð prógvaði sítt virði og fjølbroytni í einum sera breiðum spektri av sonnum listaverkum. Sum ikki einaferð, var hugtakandi at síggja, hvat lagt var úr hondum gjøgnum veturin.

Bæði innan tað at veva, seyma, baldýra ella brodera, loysa úr lagdi, tøva, binda, skapa og prýða, megna næmingarnir undir kønari leiðslu og vegleiðing læraranna at skapa sonn listaverk, flest øll við rót í gamlari føroyskari mentan. Ikki minst fagnaðið vóru mongu pløggini til tjóðbúnarnar bæði til børn, kvinnur og menn.

Á sama hótt gekk sjón fyri søgn, tá komið varð fram til básarnar við prýðislutum framleiddir úr ull, hornum og kleyvum av seyði og neytum, ofta lagdir við silvuri, ella teir við listarliga framleiddum húsbúnaði, køksbúnyttum og nyttu- ella prýðislutum tilevnaðir úr viði ella rekaviði.

Framsýningin vísti áhugaverda ljósmyndrøð frá arbeiði innan matgerð hjá bólkinum: "Soleiðis gera vit". Skilligt var, at næmingarnir, allir kallkyn, hugnaðu sær hesi kvøldini, teir vóru saman. Sum kunnugt er sosial samvera eisini stórur partur av innihaldinum í frítíðarundirvísing og fólksligari menning.

Málningaframsýningin hevði sjálvandi ikki eins góðar karmar og mangan, og sjálv framsýningin tessvegna nakað avmarkað í vavi í mun til árini frammanundan. Men væl var fingið burturúr kortini. Slík framsýning vil altíð vera ymiskliga mett alt eftir verkunum, ið sýnd verða fram av so mongum framsýnarum. Kortini er undrunarvert og forvitnisligt at skoða, hvussu evnaríkir og kreativir teir eru, ikki minst tá talan er um tekning- og málningalist.

Sum eitt kuriosum hevði kvinnukórið SUÐ stutta, men sum vant væleydnaða sangframførslu, og sjey næmingar úr "harmonikubólkinum" saman við lærara sínum undirhildu síðani eina góða og hugnaliga løtu við kendum og vælumtóktum harmonikutónleiki.

Alt í alt sera væleydnaðar framsýningar. Handverk, handarbeiði og list er týðandi partur av mentan okkara, sum á slíkan hátt prógvar samband millum søguna og modernitetin. Slíkt eigur at vera virt, fjálgað um og varðveitt.
Norðlýsið ynskir leiðslu, lærarum og næmingum tillukku við framsýningunum. Hugaligt at vita, at Klaksvíkar kommuna, eisini á hesum øki megnar at reka yvirtikin málsøki á nøktandi hátt og hevur skilt, at tað er okkara skylda at fjálga um og varðveita so týðandi part av mentanararvi okkara.

Myndatøka:
Øssur S. Hentze