nú klokkan tíggju fara umboð fyri foreldur í frítíðarskúlanum Sodnhúsinum at handað borgarstjóranum eitt mótmæli við 96 undirskriftum
– Vit roknað við at býráðslimir fara at brúka sunna fornuft og lurta eftir tí sum vit føra fram. Vit hava eingi lyfti fingið men vit hava góðar vónir um at ætlanin er at broyta avgerðina, tí eingin ivi er um at tala verður als ikki um nakra sparing um ætlanin framhaldandi er at flyta stovnin – fyrst út í Virkishúsið og síðani yvir í aamla Tekniska Skúla, sigur Súsanna Lydersen sum er ein av stigtakarunum til mótmæli.
Borgarstjórin far mómælið handið í býráðshúsinum klokkan tíggju.




