Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í Barmi september 1954

John William Joensen

Úr dagbókin í Barmi sum kann síggjast á www.barmur.com
22 oktobur 2004.

 Barmabøkurnar eru ikki endurskoðaðar, so tað kann væl vera at dagar eru, sum ikki eru komnir við og tekstir og nøvn og annað gloymt. Vit fara tá høvi býðst at endurskoða og rættlesa.Tá tað kemur til at rættlesa eiga vit at hava í huga at tað málbrúk, stavan av staðarnøvnum og annað er nógv broytt, og eiga vit at vera varin á hesum øki. Men fyribils: góðan lestrarhug. Jógvan Gerðalíð

Frá 6-12-1954 til 15-4-1968. Hetta er nr:1.

BARMUR. Húsið.

Mangan varð tosa um at seta eina smáttu upp í Barmi. Summari 1954, uppi á fjósloftinum her, gjørdi Jógvan Martin bóndi og Erik Hansen hjá Simonu, tilfarið til til húsið eystiri í Barmi, kalla BARMSLON, (Barslon). Eg havi ikki støddina á húsinum,í høvdinum, men man tað vera ca, 3 fer 6 metur. Hetta summari hevði eg gjørt klárt, at seta húsið á 8 steinar. Hevði borað hol til múrankar og stoypt tey føst áðrenn húsið var ført eystur. Tann dagin vit skuldu fara at stoypa múrankarini í steinarnar hendi eitt óhapp. Við á ferðini vóru Theodor við Keldu, Meinard í Mikladali, Robert á Lakjuni og eg. J.G. Komnir nakað omanfyri eystra Skúaskarð datt Theodor og meinslaði seg so illa at vit máttu venda aftur. Hann bar nakað í báðum hondum og hevur vist ikki verið nóg skjótur at slept, so hann kundi lofta sær. Eisini vildi so illa til, at har hann datt, stóð ein steinur úr vøllinum og pannan kom á hann. Hann fekk stórt sár og bløddi illa. Vit tóku skjúrtu mína og vavdi um høvdið so væl vit kundi. Meinar var sera dugnaligur sum samarittur og væl gekst heim. Læknin tók sær av honum, men stoyturin var ógvuliga harður. Dagin eftir um eg minnist rætt, fóru Meinar og eg eystur aftur og gjørdi arbeiðið liðugt. Hetta var um miðan august ella so, í 1954.

Við bátinum hjá Eyvind Niclasen,"Barinum" varð alt tilfarið ført eystur, ein góðan dag seint í septembur. Eyvind lá á báti meðan eini 3-4 vóru um at føra viðin og takpláturnar inn móti landi, 40 favna bakki. Eini 12 menn vóru á bakkanum og drógu tilfarið upp fyri bakkan. Hetta var strævi, men skjótt gekk.

So skjótt nakað var komi á bakkan, var farið at bera niðan. Undirsløgini fyrst, og so hvørt tilfarið kom niðan settu Jógvan Martin og Erik stórviðin upp. Tá alt var komi á bakkan, fóru allir at bera, sum ikki smíðaðu. Ætlanin var at inniloka sama dag, men tað kom vátaslettingur seinnapartin og vit máttu gevast. Alt varð reist henda dagin, sperrurnar eisini, niðara síðan og eystari endi blivu klødd, og so var farið til húsa heim. Í alt vóru vit 15 menn henda dagin íroknað teir ið á báti vóru.

Dagin eftir var veðrið gott nakað av frosti. Vit, Jógvan Martin, Erik og eg fóru eystur og innilokaðið húsið.
Henda dagin linaðið hann veðrið, Erik var í kvarðabrókum, eitt sindur av sirmi, og sólin sá, Komnir niðan á frystu brøkurnar og hetta undraði Erik, Hann hevði ikki verið út fyri tí fyrr. Tosaði mangan um hetta seinni. Fyrst vátar brøkur og komnir nakað niðan beinfrystar og komnin stutt oman Skúadal, aftur bleytar. Nær húsið var klætt við jarn, koma vit til, longri frammi í bókini. Báturin hjá dávamonnum, minnist meg rætt, haldi eg hann kallaðist "Kallanes, førdi pláturnar eystur. Minnist ikki hvør var við uttan Levi. Hetta av tí at í tí eina buntinum gliðu tríggjar plátur úr og eg minnist Levi helt hvussu vandamiki hetta sá út meðan tær komu siglandi í allar ættir, men tíbetur hendi einki. Dagin eftir fóru vit avstað aftur við øðrum plátum. Henda dagin gjørdu vit okkum út, til at fiska pláturnar vit mistu, upp aftur. Tað gekk væl, men í dag hevði vist eingin ómakað sær so nógv fyri tríggjar takplátur. John bróður sigur at hann var ein dagin eysturi og smurdi húsið, men kann ikki minnast um tað var jarnklædningin ella tað var áðrenn tað var klætt. Henda dagin var Jógvan Martin við eisini og smíðaði eitt hvørt. Á skurðsfjalli hetta heysti, var fyri fyrstu fer fjallskipanin undir taki og fingu sær at eta. Ikki allir hildu hetta vera gott.

Væntaðu tað, at ein fór at verða illa til passar tá ein kom út aftur, eftir at hava sitið inni í hitanum. Kalt var úti, og so at loysa upp haftseyðin og standa og tøva í sama stað, áðrenn gongd kom á, nei tað fór ikki at vera gott.

Tað kundi verið so nógv annað at sagt um byggingina av húsinum, men hetta er tað sum er mest tídningarmikið.

Jógvan Gerðalíð