Í tíðindaskrivið sum júst er komíð frá meirilutanum í Klaksvíkar Kommunu verður sagt at sambart nýggjum upplýsingum um leiguviðurskifti og nýggjari spariætlan sum leiðslan fyri Mylnuhúsið hevur gjørt saman við meirilutanum í býráðnum verður ikki neyðugt at flyta Frítíðarskúlan í Bøgøtu.
Í brævinum verður sagt at sparingarnar eru náddar men flytingin er ikki neyðug.
Í tíðindaskrivinum frá meirilutanum stendur m.a. at stýrið fyri Mylnuhúsið hevur funnið útvegir fyri at spara eins nógv við at skerja útreiðslur til matskipan stovnsins og at lækka leiguútreiðslur stovnsins og at skerja arbeiðstíðir hjá starvsfólki.
meira seinri




