Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindi frá www.klaksvik.fo: Satsa upp á fríðkan fyri avmarkaðan kostnað

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

Óli M. Lassen, formaður í Teknisku Nevnd, upplýsir, at kommunan – komandi árini – miðvíst fer at fríðka ymisk øki í kommununi.

Óli M. Lassen, formaður í Teknisku Nevnd, upplýsir, at kommunan – komandi árini – miðvíst fer at fríðka ymisk øki í kommununi, og samtykt er at raðfesta eina fríðkan og nútímansgerð gongugøtuni frá Bakkahjallinum til róðrarneystið, har nógv fólk gongur dagliga.

– – –

Sum flestu klaksvíkingar munnu hava lagt til merkis, hevur kommunan betrað og fríðkað gongugøtuna við Bakkahjallarnar á Biskupsstøð.

Óli M. Lassen, formaður í Teknisku Nevnd, fegnast um, at tað er eydnast at fremja eina so sjónliga og nyttuga íløgu fyri so avmarkaðan kostnað.

Kostnaðurin av fríðkanararbeiðinum er mettur til einar 200 túsund krónur.

– Tekniska Nevnd hevur viðgjørt fíggjarligu støðuna á tekniska økinum og hevur staðfest, at sera lítið av peningi er tøkt til kommunal arbeiðir, og tí verða bert nøkur fá smærri arbeiðir framd, og onnur arbeiðir, har kommunan hevur gjørt einhvørja binding, staðfestir Óli M. Lassen.

– Kommunan hevur seinastu mongu árini uppkeypt neystini á Biskupsstøð við niðurtøku fyri eyga, og tí var tað gjørligt nú at gera hendan partin fyri ein so avmarkaðan kostnað.

– Eisini skal havast í huga, at nú vóru fleiri av neystunum í so ringum standi, at tíðin var búgvin til at taka hesi niður. Nú neystini eru burtur, hevur kommunan fingið fleiri parkeringspláss eystanfyri róðrarneystið.

Fara at fríðka onnur slík øki

Formaðurin í Teknisku Nevnd býráðsins upplýsir, at tá ið hetta arbeiðið við Bakkahjallarnar er liðugt, verður farið undir at fríðka krókin millum Klaksvíksvegin og omankoyringina til lítlukai, sum nevndin eisini hevur raðfest í ár.

Tekniska Umsiting, Vegadeildin, Vatndeildin og Býarfríðkanardeildin hava gjørt ætlan fyri og sett samtykta arbeiðið í verk, og verður hetta gjørt í tøttum samstarvi við Teknisku Nevnd býráðsins.

Arbeiðið við Bakkahjallarnar umfatar niðurtøku av neystum, umlegging av kloakk, hampan av fjøruni, gerð av grønum økjum og skráum, hækkan av gongugøtuni og uppsetan av ljósútbúnaði v.m..

Fyri at taka neyðug atlit til forna bygging og tílík viðurskifti, hevur Jógvan Ravnsfjall leiðari á Norðoya Forminnisfelag ráðgivið kommununi, og Ósásteinur, sum fyri nøkrum árum síðani var uppafturgrivin, er í sama viðfangi settur út í fjøruna, vestan fyri Bakkahjallarnar.

– Tað fyrra økið (við Bakkahjallarnar) er um at verða liðugt, og síðan verður farið undir nevnda fríðkanararbeiði í horninum millum Klaksvíksvegin og omankoyringina til Lítlukai, har ætlanin er at gera gongubreyt, grønar skráar, og planering av einum øki, har kommunan eisini fer at hava borð, beinkir og blómukassar, upplýsir formaðurin í Teknisku Nevnd býráðsins, Óli M. Lassen.