Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Kunnu tit ikki sjálvi koyra á sjúkrahúsið?

John William Joensen

var svarið ein maður fekk seint leygarkvøldið í seinastu viku tá ringt til Alarmsentralin í Havn tí ein hevði verið áhálsin og snarað knæði úr lið.

Ein sum kom manninum til hjálpar ringdi til alarmsentralin. 

– Eg merkti beinan vegin á vakthavandi at hugurin at hjálpað var sera lítil – hann bleiv við at spyrja um tað nú var so neyðugt at senda ein sjúkrabil til og spurdi beinleiðis um vit ikki kundu skaffa ein bil til mannin. 

– Eg má siga at sum fyrrverandi sjóbjargingarmaður var eg ikki sørt skelkaður. Vit fóru mangan eftir bátum til at hjálpa hóast vit ivaðust í um nakað álvarsligt var áfatt. Skiparin hevði tað sum prinsipp at ringdu fólk til okkum – so skuldu vit fara til hjálpar. 

– Bara hugbuðurin sum alarmsentralurin í Havn sýndi í telefonini gjørdi at eg takkaði fyri og ringdi eftir einum øðrum bili. Vit knógvaðu so mannin í bilin og á sjúkrahúsið – hann hevði nógva pínum – græt av pínu, sigur ein lesari hjá nordlysid.fo í telefonini fyri løtu síðan.