Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sambandsmenn fyrr og nú

John William Joensen

Í farnu viku prentaðu bløð og portalar eina sjáldsama grein, sum Edmund Joensen, løgtingsmaður og fólkatingsmaður hevði skrivað.

Hann fegnaðist í henni um, at danski forsætisráðharrin á fólkatingi hevði givið honum lyfti um, at vildu føroyingar tað, so kundi blokkurin aftur taka at bólgna.

Hetta hendir, samstundis sum grønlendingar fegnast um nýggja sjálvstýrislóg, sum staðfestir, at blokkurin verður frystur og tískil í veruleikanum fer at lækka, sum ár líða.

Hetta hendir eisini, samstundis sum Edmund Joensen er ein høvuðsskorðan undir einum landsstýri, sum hevur sett í samgonguskjalið, at blokkurin líðandi skal lækka – um enn í smáum.

Hann, ið veit eitt sindur um søgu okkara, má undrast á slíka útsøgn – í 2009.

Í søgu síni um bygdirnar í Sandoynni sigur Kristian Osvald Viderø frá Tummasi bóndi á Bø í Húsavík. Hann var íðin sambandsmaður og helt nógv um sambandsformannin Andras Samuelsen, men hann skifti meining:

”Eitt sinn Tummas á gamals aldri hoyrdi tað verða havt frammi á valstríði, at Andras hevði fingið Danmark til at láta miklan pening til Føroya, mælti hann: ”Nei, nei, handa Andras velji eg ikki aftur; hann fyrirkemur danska ríkinum!””

Ja, munur er á hugsanarhátti sambandsmanna fyrr og nú.

Tað hevur verið, er og verður uppgávan hjá føroyskum politikarum at býta javnt millum fólkið tann ágóða, sum føroyska samfelagið skapar ár undan ári.

Hetta er ein raðfesting, ið áliggur føroyskum politikarum at gera.

At tveita rokningina fyri okkara ovnýtslu yvir á danskar skattaborgarar er ábyrgdarleyst, óvirðiligt og stór skomm.

Árni Dahl